BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Skúlamyndir

Ansa eftir um tú ætlar at leggja myndir av børnum hjá øðrum út á Facebook.

Hóast tað er freistandi at vísa allari verðini, hvussu fitt børnini sóu út fyrsta skúladag, so skulu stolt foreldur ansa eftir, at tey ikki bróta persónsupplýsingarlógina.

Tað er ikki loyvt at leggja andlitsmyndir av børnum hjá øðrum út á netið.

Víst verður á, at tað er munur á at leggja andlitsmyndir og sokallaðar støðumyndir út á netið. Reglurnar eru somuleiðis skerpaðar, tá talan er um børn undir fimtan ár. Tískil er tað týdningarmikið at foreldur eru varin og hugsa seg um, áðrenn tey leggja myndir av børnunum út á netið, tí at børnini fáa ikki vart seg sjálvi.

Krevur samtykki
Andlitsmyndir eru myndir, har endamálið er at avmynda ein ella fleiri ávísar persónar, t.d. myndir av einstøkum næmingum í einum skúlaflokki – og eisini ein floksmynd við øllum næmingunum er ein andlitsmynd.

Til tílíkar myndir krevst samtykki. Í aðra máta verður persónsupplýsingarlógin brotin.

Harafturímóti er ein mynd, sum foreldur taka av sínum barni, har onnur tilvildarlig børn síggjast spæla aftanfyri, oftast meinaleys. Hesar myndir kunnu vanliga verða lagdar út á t.d. Facebook. Men um onkur tekur sær tykni av tílíkari mynd, eigur hon at verða strikað.

Í fyrsta umfari kanst tú biðja viðkomandi, sum hevur lagt myndina út um at fáa hana strikaða. Í øðrum lagi kanst tú kæra til Dátueftirlitið.

» Melda til tíðindabræv
Skulabyrjan 


AnniJanni