BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Niðurstøða viðvíkjandi Total view

Dátueftirlitið hevur í brævi, dagfest 10. mai 2012, boðað Løgmansskrivstovuni frá, at núverandi 23 stemplingar í Total view skipanini skulu broytast til 8 stemplingar.
Avgerðin er galdandi fyri øll aðalráð og stovnar, sum Løgmansskrivstovan varðar av umvegis telefonsamstarvsbólkin og sum eru partar av Total View samstarvinum.

Um Total View
Total View er ein skipan, har starvsfólk skráseta seg hvønn dag (stempla) við ymsum støðum sum t.d., at tey eru upptikin, tøk, heima hjá sjúkum barni, hjá lækna o.s.fr.
Sostatt er talan um eina tíðar- og støðuskráseting av starvsfólkunum á teimum arbeiðsplássum, har Total View verður nýtt.

Gongdin í málinum
Málið byrjaði í apríl 2010 tá Landsverk, sum júst var farið uppí skipanina, reisti málið fyri Dátueftirlitið og vísti á, at fleiri av teirra starvsfólkum høvdu gjørt vart við, at aðrir stovnar kundu síggja teirra aktuellu støðu.

Landsverk vildi hava staðfest, “um tað at aðrir stovnar kunnu síggja status hjá starvsfólki hjá Landsverk er í stríð við persónsupplýsingarlógina og um tað er í stríð við lógina, at starvsfelagar á sama stovni kunnu síggja, at persónur er til lækna ella onnur viðurskifti, sum verða skrásett í skipanina”

Dátueftirlitið hevur eisini fingið fleiri fyrispurningar um Total View skipanina frá ónøgdum starvsfólkum á øðrum arbeiðsplássum, har skipanin verður nýtt, og hesi hava fingið boð um at bíða eftir niðurstøðuni í hesum máli.

Nógv samskifti hevur verið við Løgmansskrivstovuna um málið, og Løgmansskrivstovan hevur upplýst, at Total View er bæði ein tíðarskráseting og ein telefonskipan og hevur grundgivið soleiðis fyri nýtsluni:
fyri at kunna virka sum tíðarskipan er neyðugt, at arbeiðsdagurin verður skrásettur við ymiskum relevantum stemplingum
fyri at kunna virka sum telefonskipan er neyðugt, at skipanin kunnar um ymiskt, sum er hent hjá avgreiðsluni og øðrum at vita
endamálið er at betra um tænastuna mótvegis borgarunum, herundir at veita yvirlit fyri at betra um samskifti á stovnum og millum stovnar, og endamálið er ikki at hava eftirlit við starvsfólki.
Niðurstøða
Málið varð síðan lagt fyri Dáturáðið til støðutakan og ráðið viðgjørdi málið í mun til ásetingina í § 9, stk. 1, nr. 6 har metast skal um, hvørt áhugamálini hjá arbeiðsgevaranum, at starvsfólkini skulu skráseta seg í skipanini, og at starvsfólk skulu hava atgongd til at kunnu síggja nágreiniligar stemplingar um onnur starvsfólk, viga tyngri enn fyrilitini fyri privatlívinum hjá starvsfólkunum.

Niðurstøðan hjá Dáturáðnum varð, at út frá teimum upplýsingum sum eru í málinum, er eingin saklig grundgeving fyri, at tær 23 stemplingarnar skulu kunna brúkast til annað enn innanhýsis nýtslu hjá viðkomandi arbeiðsgevara. Fær Dáturáðið ikki haldgóða grundgeving fyri, hví atkoman til at síggja nágreiniligar stemplingar skal vera so breið, skulu tær 23 stemplingarnar setast niður til 3 stemplingar.

Síðani hevur nógv samskifti verið um málið, og Løgmansskrivstovan hevur sent Dátueftirlitinum eitt uppskot við víðkaðari grundgeving fyri nøkrum stemplingum aftrat, soleiðis at samlaða talið á støðustemplingum nú er 8 umframt vanligu “inn” stemplingina.

Hesar 8 stemplingar eru sjónligar fyri øll starvsfólkini hjá miðfyrisitingini í Total View skipanini. Tær 23 upprunaligu stemplingarnar verða tó varðveittar soleiðis, at tær bert eru sjónligar fyri viðkomandi starvsfólk og leiðsluna hjá viðkomandi. Sum dømi kann nevnast, at um eitt starvsfólk hevur skrásett seg sum verandi heima hjá sjúkum barni ella hjá lækna, so er tað bert viðkomandi starvsfólk og leiðslan, ið sær hesa stempling. Øll hini starvsfólkini síggja bert, at viðkomandi ikki er tøkur.

Dáturáðið metti, at grundgevingarnar frá Løgmansskrivstovuni vórðu haldgóðar, og sostatt varð tikið undir við nýggja uppskotinum frá Løgmansskrivstovuni um, at Total View skipanin framyvir virkar á tann hátt, at har eru 8 almennar stemplingar, sum øll onnur í skipanini síggja og 23 innanhýsis stemplingar, sum bara ein sjálvur og leiðslan síggja.
Les fyrru avgerðina her og seinnu avgerðina her

» Melda til tíðindabræv
Total View mynd 


AnniJanni