BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Arbeiðsgevarar ynskja eftirlit við starvsfólki

Dátueftirlitið fær javnan fyrispurningar um í hvønn mun arbeiðsgevarar kunnu hava eftirlit við telefon- og teldunýtslu hjá starvsfólki. Niðanfyri sæst ein lýsing av tí, ið Dátueftirlitið vanliga ger vart við, tá talan er um arbeiðsgevaraeftirlit við internetnýtslu og teldubrævasamskifti hjá starvsfólki.

Vanligi trygdarloggurin
Tá talan er um starvsfólkaeftirlit, má fyrst gerast greitt hvat slag av eftirliti arbeiðsgevarin fremur. Fyri tað fyrsta er talan um tann vanliga trygdarloggin, har øll nútímans upplýsingarkerv sjálvvirkandi skráseta rørslur í upplýsingarkervinum, herundir hvør loggar seg inn og hvør loggar seg út. Arbeiðsgevarar hava skyldu til at føra logg yvir allar rørslur, ið hava týdning fyri trygdina. Endamáliðvið trygdarlogginum er sostatt at tryggja raksturin á virkinum, skjalfesta hendingar, finna fram til ymisk rakstrarórógv, endurskapa mistar upplýsingar og tryggja ímóti virus og hackarum v.m.

Vanliga hevur bara administrator atgongd til trygdarloggin, og eitt vanligt krav eigur at verða, at henda atgongd bara verður nýtt til tess at fáa raksturin í rætt lag aftur, og skal ikki nýtast til at føra eftirlit við heimasíðuvitjanum og teldubrævasamskifti hjá starvsfólkum.

Eftirlit við starvsfólki
Um talan er um arbeiðsgevara, ið ynskir at hava eftirlit við, um starvsfólkini t.d. nýta ov langa tíð á netinum, er talan um meira beinleiðis eftirlit enn tá talan er um trygdarloggin, og tískil skal arbeiðsgevarin lúka serstøk krøv, áðrenn eitt beinleiðis eftirlit kann verða framt. Stór fyrilit skulu takast fyri starvsfólkunum, og hetta ger, at arbeiðsgevarin ikki dagliga kann hava eftirlit við sínum starvsfólkum uttan at hava grundaðan mistanka til, at óreglusemi fer fram.

Dátueftirlitið ger í hesum sambandi vart við, at øll arbeiðspláss eiga at hava reglur fyri nýtslu av upplýsingarkervinum, og starvsfólkini eiga at verða kunnað um hesar reglur, og avleiðingarnar av at bróta tær. Hetta kann t.d. verða ásett í kt-politikkinum hjá virkinum/stovninum. Eisini eiga mannagongdir at verða fyri hvussu eftirlit verður framt, og Dátueftirlitið mælir til, at starvsfólkaumboð/álitisfólk er til staðar, meðan eftirlitið verður framt.

Hetta kann arbeiðsgevarin í praksis gera á tann hátt, at starvsfólk verða kunnað um
reglurnar, tá tey verða sett í starv í starvsfólkahondbók e.l. Her kann verða ásett hvør nýtsla er loyvd, at internetnýtsla og teldubrævasamskifti verður skrásett og loggað, og at arbeiðsgevarin hevur rætt til at eftirkanna internetnýtsluna og teldubrævasamskifti um so er, at arbeiðsgevarin hevur grundaðan mistanka um, at internetið og/ella teldubrævaskipanin verða nýtt í andsøgn við kt-politikkin á arbeiðsplássinum.

Einki ásett mark er fyri hvussu leingi ein tílíkur loggur kann goymast, men kann undir ongum umstøðum goymast longur enn neyðugt. Ein meting er, at ein tílíkur loggur kann goymast í upp til 6 mánaðir.

Privatur teldupostur
Tá talan er um privatan teldupost hjá starvsfólki, kann arbeiðsgevarin undir ongum umstøðum lesa og eftirkanna teldupostin. At lesa privatan teldupost er revsivert. Arbeiðsgevarin kann sostatt bert hava eftirlit við arbeiðsrelateraðum telduposti.

» Melda til tíðindabræv
Eftirlit við starvsfólki 


AnniJanni