BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Stórar bøtur fyri brot á persónsupplýsingarlógina

Norska dátueftirlitið hevur í summar álagt ávíkavist Google og telefyritøkuni Teletopia stórar bøtur fyri at hava brotið norsku persónsupplýsingarlógina.

Google hevur í sambandi við kortleggingina av vegum og gøtum í Noregi nýtt Street View bilar til at savna inn WI-FI dáta uttan at biðja um samtykki frá teimum, ið vórðu rakt av hesi innsavning. WI-FI dáta er samskifti á privatum tráðleysum netverkum og kann millum annað fevna um brúkaranavn, loyniorð og innihald í teldupostum. Bótin hjá Google er upp á 250.000 norskar krónur. Harafturat skal Google eisini strika allar WI-FI dátur, sum eru innsavnaðar við Street View bilum hjá Google í Noregi. Les meiri her

Hin bótin varð givin í sambandi við, at norska dátueftirlitið hevur verið á eftirlitsvitjan á Teletopia í tveimum umførum og staðfest, at viðurskiftini vóru ikki í lagi. Umframt ikki at hava eftirlíkað krøvunum frá fyrru vitjanini, so hevur Teletopia framt ólógligt starvsfólkaeftirlit við bæði vakmyndatólum og ljóðupptøkum av telefonsamrøðum og fundum. Umframt at fleiri ábøtur skulu gerast, so kann Teletopia vænta sær eina bót áljóðandi 200.000 norskar krónur. Les meiri her.

Tað skal nevnast, at norska persónsupplýsingarlóggávan gevur dátueftirlitinum í Noregi heimild til at áleggja bøtur, tá brot á lógina verða framd. Hesa heimild hevur føroyska Dátueftirlitið ikki.


» Melda til tíðindabræv
Pengar 


AnniJanni