BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Bót fyri ólógligt starvsfólkaeftirlit

Stór telefyritøka fær bót fyri víðfevnandi og nágreiniligt starvsfólkaeftirlit.

Í Noregi hevur eitt mál um starvsfólkaeftirlit júst verið frammi. Norska dátueftirlitið hevur seinastu árini verið á tveimum eftirlitsvitjanum í telefyritøkuni Teletopia. Í 2008 komu tey fram á ymisk óregluglig viðurskifti, sum tey kravdu broytt. Í 2011 var aftur ein eftirlitsvitjan á skránni. Hetta komst serliga av, at norska dátueftirlitið hevði fingið eitt prei um, at leiðslan í Teletopia framdi eftirlit við starvsfólkunum.

Henda uppfylgjandi eftirlitsvitjanin avdúkaði fleiri álvarsom viðurskifti í Teletopia. Millum annað kundi staðfestast ólógligt starvsfólkaeftirlit, ið fevndi um vakmyndatól og loyniligar ljóðupptøkur av telefonsamrøðum og fundum. Eftir fyrru eftirlitsvitjanina álegði norska dáturáðið Teletopia at taka niður ólógligu vakmyndatólini, men á uppfylgjandi eftirlitsvitjanini kundi staðfestast, at hesum hevði Teletopia ikki eftirlíkað, og at ólógligt starvsfólkaeftirlit framvegis fór fram. Hetta hóast norska dátueftirlitið hevði fingið boð um, at vakmyndatólini vórðu tikin niður. Norska dátueftirlitið metir, at hesir tilburðir eru tekin um vantandi virðing fyri persónsupplýsingarverndini hjá starvsfólkunum í fyritøkuni eins og manglandi vilja at fylgja reglugerðini, sum er galdandi á økinum. Norska dátueftirlitið sær hetta sum eitt álvarsmál. Umframt at Teletopia skal fremja fleiri ábøtur viðvíkjandi persónsupplýsingartrygdini í fyritøkuni, fær fyritøkan eina bót á 200.000 norskar krónur.

Les avgerðina her

Les nærri um ásetingarnar um starvsfólkaeftirlit í Føroyum í tíðindabrævi okkara ‘Arbeiðsgevarar ynskja eftirlit við starvsfólki’ frá 19. juni 2012 her


» Melda til tíðindabræv
Pengar 


AnniJanni