BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Dátueftirlit gevur Google bót upp á 250.000 kr.

Norska dátuftirlitið hevur álagt Google at gjalda eina bót áljóðandi 250.000 norskar krónur fyri brot á norsku persónsupplýsingarlógina. Harafturat skal Google strika allar WI-FI dátur, sum eru savnaðar inn við sonevndum Street View bilum í Noregi.

Í 2010 boðaði Google norska dátueftirlitinum frá, at tey høvdu nýtt Street View bilar til at savna inn WI-FI dáta í sambandi við kortleggingina av vegum og gøtum í Noregi. WI-FI dáta er samskifti á privatum tráðleysum netverkum og kann millum annað fevna um brúkaranavn, loyniorð og innihald í teldupostum.

Álvarsamt brot á lógina
“Dátueftirlitið bað í juni mánaða í fjør Google um at strika allar hesar dátur og fekk tá eina váttan um, at hetta var avgreitt. Í juli í ár kom tó undan kavi, at allar dátur kortini ikki vórðu strikaðar, so hetta er sjálvsagt eitt mál, vit taka í stórum álvara”, sigur Bjørn Erik Thon, stjóri í norska dátueftirlitinum, og hann heldur fram: “Google hevur ikki rættarligt grundarlag fyri at savna inn slíkar upplýsingar. Tey hava ikki biðið um samtykki frá teimum, ið eru rakt av hesi dátuinnsavningini. Upplýsingarnir eru varðveittir longri, enn tað er neyðugt, og Google hevur ikki gingið áheitanini frá norska dátueftirlitinum um at strika hesar upplýsingarnar á møti. Harumframt rakar hetta lutfalsliga nógv fólk, sum eru púra ókunnug við støðuna”. Thon leggur samstundis dent á, at dátueftirlitið hevur tikið hædd fyri, at tað var Google sjálvt, sum boðaði norska dátueftirlitinum frá innsavningini, og at tað hevði verið torført hjá norska dátueftirlitinum einsamalt at uppdaga eitt slíkt lógarbrot.

Enn hava Street View bilarnir hjá Google ikki vitjað í Føroyum, men hetta er avgjørt eitt mál, sum Dátueftirlitið fylgir gjølla, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum.
Les avgerðina her

» Melda til tíðindabræv
Pengar 


AnniJanni