BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Álop á føroyskar heimasíður
Anonymous, sum er ein altjóða bólkur fyri teldusníkar, hevur, sum ein partur av stríðnum móti grindadrápi, hackað seg inn á tíggju føroyskar heimasíður. Úrslitið er m.a., at brúkaranøvn, teldupostar og loyniorð nú liggja alment á internetinum.

Dátueftirlitið ger í hesum sambandi vart við, at øll trygdarbrot í føroyskum telduskipanum skulu fráboðast Dátueftirlitinum sbrt. grein 6 stk. 3 í trygdarkunngerðini. Hetta varð ikki gjørt í hesum ítøkiliga føri. Dátueftirlitið hevur síðani sett seg í samband við teir tíggju heimasíðuveitararnar, sum eru raktir av álopinum fyri at vita, hvussu trygdarbrotið hevur verið handfarið, og hvørji trygdartiltøk annars eru sett í verk.

Hevur tú nýtt tænastur hjá hackaðu síðunum ella á annan hátt verið í samband við hesar síður, mælir Dátueftirlitið til, at tú broytir títt loyniorð beinanvegin, um tú ikki longu hevur gjørt tað. Um hetta sama loyniorðið verður nýtt aðrastaðni, broyt tað so eisini har. Annars verður mælt til at hava sum vana at broyta loyniorð regluliga, í minsta lagi 3. hvønn mánaða og ikki at nýta sama loyniorð á fleiri støðum.

Dátueftirlitið ger somuleiðis vart við, at heimasíður, sum goyma loyniorð hjá brúkarum, eiga at brongla hesi loyniorð. Harumframt eiga allir heimasíðuveitarar at ansa eftir, at trygdin á teirra heimasíðum er dagførd, so sleppast kann undan slíkum álvarsligum holum í trygdini, sum vit hava sæð seinastu dagarnar.

Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum, úttalaði seg um hetta málið í Degi og Viku mánakvøldið 20. aug. 2012. Innslagið sæst her


» Melda til tíðindabræv
anonymous 


AnniJanni