BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Ætlan um fleiri vakmyndatól avblást

Løgreglan í Keypmannahavn hevur avgjørt ikki at fylgja ætlanini um at seta fleiri vakmyndatól upp í býnum


Í 2009 vórðu 34 vakmyndatól sett upp á Strøgnum í Keypmannahavn. Hetta skuldi bert vera fyrsta stig í eini størri ætlan, sum eisini skuldi fevna um vakmyndatól í Vestergade, Nørregade og á Nørrebro, men nú er avgjørt at steðga ætlanini.

Avgerðin um at seta upp vakmyndatól í Keypmannahavn hevur sín uppruna í einum máli, har ein 19 ára gamal maður í januar 2008 púra meiningsleyst varð stungin til deyðis, tí at ósemja var um eina húgvu. Hetta málið birti undir stórt kjak um trygdina í Keypmannahavn.

Loysti seg ikki
Tað hevur tó víst seg, at vakmyndatólini ikki hava havt ta ávirkan, sum løgreglan væntaði. Tað vil siga, at harðskapur og ránsmannaálop ikki eru minkað í eftirlitsøkinum, á Strøgnum. Prísurin fyri at savna inn dátur og hava tær á varðveislu er ógvuliga høgur sambært løgregluni, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu lítið er komið burturúr. Kunningartøknin mennist alsamt, og kann tað eisini verða ein orsøk til at vakmyndatól verkætlanin varð steðgað. Nógv verður tosað um mobil vakmyndatól, sum kunnu flytast eftir tørvi sum ein nýggj og betri loysn. Harafturat hava hava kommunur og íbúðarfeløg í Danmark fingið størri møguleikar fyri at hava eftirlit við almennum økjum, og kann hetta eisini verða við til at minka um tørvin hjá løgregluni.

Fleiri talaðu at frá byrjan
Ivi hevur frá fyrstantíð verið um, hvørt vakmyndatól hava nakra ávirkan á, at brotsgerðir verða framdar ella ikki. Tað er gransking, sum vísir, at vakmyndatól hava lítla ávirkan, tá ið tað kemur til álvarsom brotsverk. Peter Lauritsen, granskari í eftirliti, sigur soleiðis: “Harðskapur verður ofta framdur í affekt og ofta eru rúsevni uppi í leikinum. Tá verður ikki hugsað um vakmyndatól, og hvørjar avleiðingar kunnu spyrjast burturúr”.

Kriminalforsorgin hevur verið ímóti frá byrjan. Hon metir, at vakmyndatól er følsk trygd. At tey hvørki verja borgaran ella fyribyrgja harðskap. Kriminalforsorgin mælir heldur til at fara tann menniskjaliga vegin og gera meiri burtur úr at brúka SSP-ráðgevingina (Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi) saman við øðrum fyribyrgjandi tiltøkum.

Vakmyndatól í Havn
Her heima í Føroyum hava eisini verið ætlanir um at seta vakmyndatól upp á almennum støðum. Tórshavnar Kommuna og løgreglan í Havn høvdu ynski um at seta vakmyndatól upp í útsettum støðum í Havn, sum t.d. í klubbagarðinum, í Steinatúni o.l. Dátueftirlitið gjørdi í tí sambandi vart við, at kommunur ikki mugu hava atgongd til upptøkur av almennum støðum, av tí at uppkláring av kriminaliteti er ein uppgáva, ið hoyrir til løgregluna. Trupulleikin er bara tann, at persónsupplýsingarlógin fevnir ikki um danskar myndugleikar í Føroyum, sum løggreglan. Lógargrundarlagið undir viðgerðini av vakmyndatólum í Havn er sostatt Lov om offentlige myndigheders registre frá 1978, og Dátueftirlitið metti tað ikki verða ráðiligt at fara undir uppsetan av vakmyndatólum við einari ótíðarhóskandi lóggávu á økinum. Mælt varð tískil til at dagføra ríkislóggávuna á økinum fyri danskar myndugleikar í Føroyum.

Keldur:
Jyllands Posten
Jyllands Posten
Tv2
ComOn
Politiken
Berlingske


» Melda til tíðindabræv
 


AnniJanni