BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Vakmyndatól í Føroyum

Talið av vakmyndatólum í Føroyum veksur støðugt. Í 2007 varð ein kunngerð um fráboðanarskyldu sett í gildi. Nú galdandi kunngerð, er kunngerð nr. 124 frá 19. september 2011. Sambært nýggju reglunum í kunngerðini, skulu øll vakmyndatól fráboðast Dátueftirlitinum, og síðani eru tilsamans 943 vakmyndatól fráboðað, harav 52 higartil í ár. Fráboðan um vakmyndatól skal latast Dátueftirlitinum í seinasta lagi 30 dagar, áðrenn vakmyndatólið skal setast upp.

Dátueftirlitið fær alt fleiri fyrispurningar um at hava vakmyndatól á ymiskum almennum støðum og vil í hesum sambandi gera vart við nøkur viðurskifti, sum dátuábyrgdari eigur at vera varugur við, um ætlanir eru um at seta vakmyndatól upp.

Fyrst og fremst skal dátuábyrgdarin gera sær greitt, um tað veruliga er neyðugt við eftirliti. Tað finnast kanska aðrir møguleikar, sum kundu loyst trupulleikan. Dátueftirlitið metir, at vakmyndatól í stóran mun eru skerjandi fyri persónliga frælsið, og at tey tí eiga at verða nýtt við størsta varsemi, og bert tá tað er neyðugt. Tí eru greiðar reglur fyri, nær vakmyndatól kunnu nýtast. Havast skal í huga, at tað bert er loyvt at hava eftirlit við egnari ogn, og at vakmyndatólið ikki má vísa alment øki ella almenna ferðslu. Tað skal altíð vera sjónliga eyðmerkt, at økið er undir eftirliti, og hvør tað er, sum fremur eftirlit. Meginreglan er, at upptøkurnar eiga at vera strikaðar eftir 14 døgum, men í serligum føri kunnu upptøkurnar goymast í 30 dagar. Ei heldur má eftirlit vera við fólki, sum eru í heimligum ella privatum umhvørvi, ella har tey vænta diskretión eitt nú í svimjihøllini ella hjá læknanum. Vegleiðing um nýtslu av vakmyndatólum kann lesast  her


» Melda til tíðindabræv
 


AnniJanni