BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Skúlar og slatur og sleyg á Facebook

Í Danmark hava tey í longri tíð havt trupulleikar við, at tilvildarligar síður, sum eru tengdar at slatri á ymiskum studentaskúlum í Danmark, verða stovnaðar á facebook. Hetta er nú eisini komið til Føroya, og er Dátueftirlitið gjørt kunnugt við fleiri tílíkar síður í Føroyum. Dátueftirlitið vil vísa á, at tílíkar síður bróta viðskiftatreytirnar hjá Facebook, og at møguleiki er fyri at melda síðuna til Facebook við at fara inn á pílin ovast til høgru beint undir húsanum og trýsta á melda/forða og síðani trýsta seg víðari. Tá ið tú verður biðin um at útgreina orsøkina til at tú meldar, skriva tá neyvt og greitt og endiliga á enskum. Jú fleiri melda, jú meiri sannlíkt er tað, at Facebook kemur við einum aftursvari.

Um hetta ikki førir á mál, er næsta stig at melda til løgregluna. Mál, sum snúgva seg um ærumeiðing, skal ein føra sjálvur. Tá er ráðiligt at seta seg í samband við ein sakførara.

» Melda til tíðindabræv
facebook 


AnniJanni