BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Falskir teldupostar frá Nets í umfari

Dátueftirlitið ávarar um truplleikar við følskum teldupostum frá Nets. Í dag boðar Nets frá trupulleikum í Danmark, og hevur Dátueftirlitið eisini fingið fráboðanir frá brúkarum í Føroyum, sum hava fingið falska teldupostin. Telduposturin er ein sonevnd phishing roynd, har svikarar royna at lokka upplýsingar úr fólki, sum hava netbanka og gjaldskort. Bæði privatpersónar og fyritøkur hava fingið fingið falska teldupostin. Nets sigur, at um tú fært ein slíkan teldupost, skalt tú strika hann beinanvegin og undir ongum umstøðum lata nakrar av tínum persónligu kort- og bankaupplýsingum víðari, ei heldur koduna til 3D Secure. Trýst endiliga ikki á leinkið, tí tað kann hava við sær, at teldan verður fongd við virusi. Um tú longu hevur svarað teldupostinum og givið tínar persónligu upplýsingar víðari, so mást tú beinanvegin seta teg í samband við bankan hjá tær og sperra tær kontur og/ella gjaldskort, sum tú hevur givið upplýsingar um.

Nets minnir á, at hvørki altjóða kortfeløg, Nets ella bankar nakrantíð høvdu sent teldupostar ella ringt til sínar kundar fyri at biðja um kortnummar, lokadag, eftirlitstøl, P-tal ella PIN-kodu.

Les ávaringina frá Nets móti spam og phishing teldupostum her.

Les tíðindaskrivi frá Nets í sambandi við júst hetta umfarið av phishing teldupostum, dagfest d.d, her.

» Melda til tíðindabræv
Nets 


AnniJanni