BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Dátueftirlitini í ES seta Google undir luppin

Eftir at Google kunngjørdi, at ein nýggjur persónsverndarpolitikkur fór at verða settur í gildi 1. mars 2012 avgjørdu dátueftirlitini í ES at standa saman um eina kanning, sum franska dátueftirlitið, CNIL, skuldi gera. Serfrøðingar hava granskað í skjølum, tøkniligum viðurskiftum og greinað svarini á tveimum spurnarbløðum, sum Google varð heitt á at svara.

Niðurstøðan í kanningini er, at nýggi persónsverndarpolitikkurin hjá Google ikki virðir aðalreglurnar fyri persónsverndina hjá sínum brúkarum. Nýggi persónsverndarpolitikkurin hjá Google leggur reglur fyri meiri enn 60 ymiskar tænastur saman í eitt skjal, og er tað tí eingin munur á, hvussu Google viðgerð leitingar á leitimaskinuni, gjaldskortnummur og telesamskifti fyri at taka nøkur dømi. Kanningin vísti, at Google ikki gevur sínum brúkarum nóg nógva kunning um, hvat tað eru fyri upplýsingar, sum Google savnar inn, hvat Google kann brúka hesar upplýsingar til, og hvussu leingi Google hevur hesar upplýsingar á goymslu. Persónsverndarpolitikkurin hjá Google ásetur ongar avmarkingar hesum viðvíkjandi.

Eitt bræv er nú sent til Google, sum krevur stórar ábøtur viðvíkjandi persónsupplýsingarverndini hjá brúkarunum. Brævið er undirskrivað av øllum dátueftirlitum í ES, og tekur Dátueftirlitið fult undir við innihaldinum í brævinum, sigur Ingunn Eiriksdóttir stjóri á Dátueftirlitinum.

Brævið til Google kann lesast her


» Melda til tíðindabræv
Google, Frakland 


AnniJanni