BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Í menniskjum góður tokki
 
15. nov. 2012 gav Dátueftirlitið átakinum ‘Í menniskjum góður tokki’ loyvi til at viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar í sambandi við jólahjálpina. Hetta er aðru ferð, at loyvi er givið, og er loyvið í ár galdandi til 15. desember, tá ið allar upplýsingar skulu strikast.

Átakið hevur til endamáls at veita fólki, sum eru í eini fíggjarligari trongstøðu, peningaligan stuðul til at halda jól fyri. Allar barnafamiljur í Føroyum hava í einum avmarkaðum tíðarskeiði møguleika fyri at søkja um stuðul við at senda umsókn við posti ella umvegis heimasíðuna takk.fo. Tað er eisini møguligt at ringja til ‘Í menniskjum góður tokki’ og fylla út umsóknina í telefonini í felag við átaksleiðaran. Átakið hevur kunnað Dátueftirlitið um, at allar umsóknir verða skrivaðar inn á teldu, og at pappírsumsóknirnar síðani verða burturbeindar. Øll nøvn verða strikað og allir bústaðir strikaðir, áðrenn nevndin viðger umsóknirnar. Limirnir í nevndini skriva undir tagnarlyfti, og tað er bert átaksleiðarin/dátuábyrgdarin, sum hevur fult innlit í innkomnu upplýsingarnar. Tá ið átakið er av, fíggjarligi stuðulin latin og roknskapurin gjørdur verða allar upplýsingar strikaðar.

» Melda til tíðindabræv
Í menniskjum góður tokki 


AnniJanni