BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
4 góð ráð til foreldur á Facebook

Í sambandi við Tryggari internetdagin 5. februar endurgeva vit her bloggin, sum Birita Johansen, samskiftisráðgevi á Dátueftirlitinum, skrivaði til familjan.fo í heyst.

Higartil hevur rákið verið, at vit skulu ansa eftir okkara smáu, tá ið tey reika á netinum, men nú eru røddir frammi um, at tá ið tað snýr seg um sosialar miðlar sum til dømis Facebook, so hava foreldrini eisini tørv á eitt sindur av vegleiðing.

Meðan okkara børn so at siga eru uppvaksin við interneti og teim nýggju samskiftispallunum, sum har finnast, eru hesir nýggju samskiftishættirnir komnir meiri brádliga á okkum eldru. Tá ið tað er sagt, eiga vit ikki at gloyma okkara leiklut sum fyrimyndir hjá okkara børnum, men leggja okkum eftir at vísa sama góða atburð á sosialu miðlunum sum í veruliga lívinum. Á Facebook er tað serliga okkara privatlív, ið stendur fyri skotum, og tá ið foreldur og børn sjáldan hava somu fatan av, hvat hugtakið ‘privatlív’ fevnir um, er gott at hava greiðar reglur í tí einstøku familjuni fyri, hvat ið loyvt er og ikki á Facebook. Eisini eigur persónsverndin hjá okkum øllum og ikki minst okkara smáu at liggja frammaliga í huganum, tá ið vit til dømis leggja familju- og frítíðarmyndir á Facebook. Vit eiga sum foreldur at verja og virða privatlívið hjá okkara børnum og spyrja um teirra samtykki, áðrenn vit til dømis leggja myndir av teimum út á internetið. Vit hava nevniliga onga trygd fyri, at myndirnar nakrantíð verða strikaðar av netinum. Eisini skulu vit ansa eftir ikki at draga okkara børn inn í dagføringar, sum vit skriva á Facebook, tí vit vita ikki hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri okkara børn – í ringasta føri kann tað ávirka vinaløg og umdømi hjá børnunum.

So um foreldur vilja vera vinir við síni børn á Facebook, eru hesi ráð verd at hava í huga:
 
  1. Samtykki:
    Fá samtykki frá børnunum, áðrenn tú leggur út myndir av børnunum ella skrivar viðmerkingar ella dagføringar, sum fevna um upplýsingar um børnini.
  2. Avtalur:
    Gerið greiðar avtalur fyri, hvat er í lagi og ikki í lagi. T.d um tað er í lagi, at tú samskiftir við vinir hjá børnunum.
  3. Frámerking:
    Ikki frámerkja (tagga) børnini á myndum, viðmerkingum og dagføringum uttan loyvi.
  4. Hugsa teg um:
    Áðrenn tú leggur myndir frá strondini ella pottavenjingini út á Facebook, hugsa so um, hvat børnini fara at halda um slíkar myndir um nøkur ár.

Íblásturin til henda bloggin kemur frá tveimum greinum í Politiken, sum tú kanst lesa her og her


» Melda til tíðindabræv
Birita 


AnniJanni