BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Tryggari internetdagur 2013

5. februar verður Tryggari internetdagur hildin fyri fjóðru ferð í Føroyum. Átakið, sum byrjaði fyri 10 árum síðani í Evropa, hevur fingið góða undirtøku og verður í ár hildið í 74 londum kring allan heim.

Endamálið við degnum er á ymiskan hátt at varpa ljós á tryggari internetnýtslu. Samstarvið millum Dátueftirlitið og SSP ráðgevingina tryggjar, at hetta millum annað verður gjørt í øllum 4. flokkum í landinum frá 3. januar til 5. februar.

Flestu okkara eru á ymsan hátt virkin á netinum. Í dag eru hentleikar, keyp og samskifti á netinum vorðin ein stórur og týdningarmikil partur av okkara lívi. Tí er upplýsing og kunning um trygd á netinum av stórum týdningi í okkara nútímans samfelagi.


STRIKAMEG.FO
Evnið á Tryggari internetdegnum í ár er: “Rættindi og skyldur á netinum” við slagorðinum “Connect with Respect”. Tað er í hesum sambandi, at Dátueftirlitið hevur gjørt heimasíðuna STRIKAMEG.FO

Dátueftirlitið fær javnan áheitanir frá fólki, sum biðja um hjálp til at fáa myndir, filmsklipp ella aðrar upplýsingar, sum liggja á netinum, strikaðar. Tað snýr seg oftast um upplýsingar á sosialum netsíðum. Onkuntíð kann talan vera um upplýsingar, sum fólk sjálvi hava lagt út, men sum tey ikki ynskja skulu vera á netinum framyvir, men tað kann eisini vera talan upplýsingar, sum onnur hava lagt út um tey, ella onkran tey kenna.

Hjálp til sjálvhjálp
STRIKAMEG.FO er eitt amboð til fólk, sum ynskja hjálp til at strika óynsktar upplýsingar á netinum. Har tú kanst lesa um, hvussu tú ítøkiliga gert, um tú vilt strika ella broyta eitthvørt á einum ávísum sosialum miðli. Harumframt er síðan eisini ein hjálp til sjálvhjálp, har tú kanst kunna teg um ymisk viðurskifti, ið snúgva seg um trygd á netinum og lesa góð ráð um, hvussu tú kanst verja tínar netbornu persónsupplýsingar sum best. Heimasíðan STRIKAMEG.FO verður almannakunngjørd á Tryggari internetdegnum 5. februar.

Tryggari internetdagurin er eitt gylt høvi at taka evnið upp heima við hús. At kjakast um persónsvernd, at minna okkum á, at tað eru vit sjálvi, ið bera ábyrgdina av tí, sum vit leggja út á netið, júst sum blaðstjórar hava ábyrgdina av tí, sum stendur skrivað í bløðunum. Vit kunnu endurtaka, hvussu týdningarmikið tað er at hugsa seg væl um, hvørja ferð vit skriva um okkum sjálvi ella onnur í kjatti, bloggum, á heimasíum ella í øðrum sambandi á netinum.

» Melda til tíðindabræv
Tryggari internetdagur 


AnniJanni