BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Væleydnaður Tryggari Internetdagur 2014

Tann árligi Tryggari Internetdagurin varð hildin týsdagin 11. februar 2014. Hendan dagin var Dátueftirlitið á Torginum í SMS frá kl. 9 til 16, har m.a. varð skipað fyri spurnakapping á teldu. Eisini var høvi hjá teimum vitjandi at fáa sær karamellur, músamottur, viskileður og pennar.
 
Í somu viku varð faldarin um viðurskifti millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, sum Dátueftirlitið hevur latið gjørt, borin út til hvørt húsarhald í Føroyum. Hesin faldarin lá eisini frammi, so tey sum høvdu hug til tess, kundu ogna sær hann.

Í sambandi við Tryggari Internetdagin stovnaði Dátueftirlitið eisini eina síðu á Facebook, har tiltakið bleiv lýst. Um onkur hevur spurningar til Dátueftirlitið í samband við Tryggari Internetdagin skulu vit upplýsa, at vit ikki svara spurningum á Facebook síðuni, men eru øll vælkomin at seta seta seg í samband við Dátueftirlitið við at ringja á telefon 309100 ella við telduposti á dat@dat.fo.

Tá tiltakið var liðugt, varð drigið lut millum øll tey, ið høvdu luttikið í spurnakappingini, har tríggjar iPhone 5 s vórðu burturlutaðar. Teir heldigu vinnararnir vórðu hesir:

Bettina Rasmussen
Eva Lauritsen
Katrin Kallsberg


 

» Melda til tíðindabræv
Trygg Int 


AnniJanni