BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Danskur ungdómur nýtir framvegis Facebook, meðan amerikanarar lata vera

99 % av donsku studentaskúlanæmingunum hava eina vangamynd, 15 % av teimum umhugsa at strika hana.
 
Meðan amerikanskir tannáringar veittra Facebook farvæl, halda danskir ungdómar áfram við at hava vangamyndir á tí sosiala miðlinum nú 10 ár aftaná, at Facebook gjørdist veruleiki.
 
Umleið 99 % av studentaskúlanæmingunum í Danmark eru á Facebook og umleið 94 % av teimum kanna sína vangamynd dagliga. Hetta vísur ein kanning, sum DR Analyse hevur gjørt millum 3.500 studentaskúlanæmingar.
 
Samstundis heldur meira enn annar hvør studentaskúlanæmingur, at Facebook gerst meira og meira keðilig. Næstan 40 % av teimum spurdu svara, at tey brúka minni tíð á Facebook, enn tey gjørdu fyri einum ári síðani.
 
Ikki heilt so ágrýtin nýtsla

Úrslitið av kanningini samsvarar við ta mynd, sum Gitte Stald, lektari við IT Universitetið í Keypmannahavn, kennir frá sínari gransking av ungum og sosialum miðlum.
 
“Tey eru øll á Facebook, men eru ikki heilt so ágrýtin í nýtsluni av henni, sum tey vóru áður, tí at meiningarnar um Facebook eru broyttar, og tí at tey hava funnið aðrar keldur við somu møguleikum” sigur Gitte Stald. 
 
Hon útgreinar, at Facebook er blivin minni áhugaverd tí øll nú nýta henda miðil – sjálvt omman. Tann lækkandi nýtslan hongur eisini saman við at fleiri ung bara kanna, hvat hendir á Facebook í staðin fyri at deila privatar myndir og viðmerkingar. “Tey eru blivin nógv meira tilvitaði um, hvat tey leggja út, tí tað rakar so nógv” greiðir lektarin frá.
 
Kanningin vísur, at umleið 15 % av studentaskúlanæmingunum umhugsa heilt at sleppa sær av við Facebook, men tað eru bert 0,9 % av teimum, sum í veruleikanum hava vent tí sosiala miðlinum bakið.
 
Hetta hongur saman við at tey ungu missa nógva kunning og tíðindi, um tey gevast við at nýta Facebook, heldur Gitte Stald:
“Tey eru bundin av Facebook tí tey fáa so nógva kunning og tíðindi har, sum tey ikki kunnu vera fyri uttan”.
 
At studentaskúlanæmingarnir eru blivnir minni virknir á Facebook er tó ikki tað sama sum, at tey sum heild brúka minni tíð uppá sosialar miðlar.
 
Nýta aðrar sosialar miðlar

Kanningin vísur at studentaskúlanæmingar eisini eru nógv tilstaðar á sosialum miðlum sum Snapchat, Instagram og Youtube.
 
“Teirra virksemi er bara blivið spjatt á fleiri pallar. Til dømis fer nógv av tí dagliga privata samskiftinum nú í staðin fram á Instagram og Snapchat” sigur Gitte Stald.
 
Sjálvt um rættuliga nógvir sosialir miðlar eru væl umtóktir millum tey ungu, er Facebook tó framvegis tann sosiali miðilin, sum studentaskúlanæmingar brúka mest, og Facebook er eisini tann sosiali miðilin, sum tey vilja hava torførast við at sleppa sær av við, vísur kanningin.
 
Kanningin við spurnablaði er gjørd av DR Analyse í tíðarskeiðinum 24. januar til 31. januar 2014.
 
Rektarin á studentaskúlanum hevur víðarisent spurnablaðið til næmingarnar á fleiri studentaskúlum, antin við telduposti ella við lýsingum á intranetinum og á Facebook.
 
3.559 studentaskúlanæmingar hava luttikið í kanningini. Talan er um eina spurnakanning, og tískil kann úrslitið ikki sigast at vera alment galdandi fyri allar studentaskúlanæmingar í Danmark.
 
Kelda: Politiken
Tummil niður 


AnniJanni