BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Tríggir næmingar burturvístir vegna nakinmyndir

Tríggir dreingir blivu burturvístir frá einum donskum skúla, aftaná at teir høvdu býtt út nakinmyndir av einum javnaldrandi dreingi í 9. flokki. Hetta skrivaði Randers Amtsavis.

Sambært skúlastjóranum Carsten Fredslund Andersen, høvdu teir tríggir dreingirnir eina longri varandi ósemju við tann eyðmýkta dreingin. Teir høvdu lokkað nakinmyndir frá honum við at hava upprættað eina falska vangamynd á Facebook, har teir søgdu seg vera eina gentu frá Fyn, sum var áhugað í honum.

“Hann hevði sent henni eina nakinmynd av sær sjálvum, møguliga fyri eisini at fáa eina tílíka av henni. Men har var eingin genta. Tað vóru teir tríggir dreingirnir í paralelflokkinum” segði Carsten Fredslund Andersen.

Hann brúkti møguleikan í lógini at burturvísa teir tríggjar dreingirnar í eina viku.

“Dreingirnir brúktu kopimaskinuna á skúlanum, fyri síðani at býta myndirnar út til allar næmingarnar í 7., 8. og 9. flokkunum. Nakrir næmingar hava so tikið myndir av nakinmyndunum við sínum fartelefonum og sent tær runt. Hatta er at fara út um mark, eyðmýkjandi og ein atburður, ið ikki á nakran hátt kann góðtakast. Tí sá eg ongan annan møguleika enn at senda teir heim.”

“Teir vóru rættuliga nipnir tá tað gekk upp fyri teimum, hvussu álvarslig støðan er. Teir eru allir eldri enn 15 ár og kunnu revsast fyri hetta. Eg veit ikki í núverandi løtu um mamman at tí eyðmýkta dreinginum vil melda teir til løgregluna, men hetta er ein brotsgerð,” segði skúlastjórin.

Tann eyðmýkti drongurin rýmdi úr skúlanum eftir tilburðin.

“Hetta gjørdi at vit vórðu bangin um hann, men tíbetur var hann bara farin heim. Og hann kom aftur í skúla dagin eftir,” segði skúlastjórin at enda.

Kelda: BT



» Melda til tíðindabræv
Facebook mynd 


AnniJanni