BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Deyð spøkja á teimum sosialu miðlunum í allar ævir

Tey flestu hugsa ikki um ella taka støðu til, hvat skal gerast við teirra vangamyndir ella teirra teldupostbústaðir, tá tey doyggja. Hetta letur tey avvarðandi sita eftir við einum svárum vali mitt í sorgini. Summi fáa seg ikki til at sletta vangamyndirnar hjá teimum deyðu, men hinvegin eru tey møguliga kedd um at blíva mint á tann deyða í heilum. Hetta sigur cand.it. Astrid Waagstein frá IT-Universitetet, som hevur skrivað serritgerð um deyðan í tí talgilta tíðarskeiðinum.

Astrid Waagstein heldur at interneti er so nýtt, at tað ikki er innrættað til at vit einaferð skulu doyggja.

“Tær talgildu skipanirnar eru als ikki innrættaðar til at vit ein dag skulu doyggja. Vit hugsa ikki sjálvi um at víðarilata talgildu loyniorðini. Í hesum sambandi hava vit ein stóran atkomu- og handfaringartrupulleika, har vit eru í vanda fyri at spøkja á netinum í allar ævir og í vanda fyri at missa partar av okkara persónligu søgu” sigur Astrid Waagstein.

Hvat vilt tú fegin tryggja

Í 2013 vórðu umleið 30 milliónir vangamyndir á Facebook, har persónarnir aftanfyri vóru deyðir. Nakrar vangamyndir eru gjørdar til minnissíðir, aðrar standa sum persónurin júst hevur skrivað sína síðstu dagføring og farin frá telduni. Nakrar vangamyndir eru soleiðis, tí tey avvarðandi ikki vita hvat tey skulu gera, ella hvussu tey fáa atgongd til vangamyndirnar.

Minnisvangamynd á Facebook

Umframt vangamyndir á teimum almennu miðlunum, leggja vit eisini teldupostar, brøv, dagbøkur og persónlig skjøl eftir okkum á telduni. Fyri ikki at nevna myndabøkur á netinum, kjattsamrøður og sms, heimasíður og netbankakontur. Tann talgildi arvurin er innilæstur aftan fyri loyniorð og brúkaranøvn, og sum oftast taka vit bæði tey og loyvini til tann talgilda arvin við okkum í grøvina.

“Nógv samskifti er umvegis netið og okkara persónliga søga er løgd út á netið. Tað kann verða týdningarmikið fyri tey nærmastu at goyma, men eisini fyri eftirtíðina og skrivan av søgu, men tað kann vera sera torført á fáa atgongd til tað”, sigur Astrid Waagstein.

Har teir almennu miðlarnir næstan allir eru í útlondum, hvat ger samskifti og lóggevan sera torføra, so er betri skil á í Danmark. 1. november 2014 skal alt samskifti við tað almenna vera talgilt og fyri teir 4,7 brúkararnar av e-boks verður tað skrásett sjálvvirkandi, um viðkomandi doyr. Umvegis einari staðfesting frá skiftirættinum, kunnu tey avvarðandi fáa atgongd til e-boks kontuna innan fyri fáar dagar.

Facebook er eitt av teimum fáu útlendsku miðlunum sum taka hond um trupulleikan. Her kann ein gera sær eina minnisvangamynd við nøkrum einstøkum møguleikum, ella ein kann fáa vangamyndina stongda. Hetta krevur tó eina deyðsváttan og kann vera torført. Tað er enn langur vegur áðrenn tann talgildi arvurin er tryggjaður til fulnar.

“Í løtuni eru ongar reglur á hesum umráðnum og í síðsta enda eru tað teir amerikonsku veitararnir av tænastunum sum m.a. Facebook ella Yahoo sum gera av, hvat verður av okkara talgildu ogn tá vit eru deyð. Hetta hevur ikki bara givið okkum stórar løgfrøðiligar avbjóðingar, tí tað ikki er undir danskari lóg, men eisini praktiskar og etiskar trupulleikar” sigur Astrid Waagstein.

Tí nær hava vit rætt – ella hug – til at fara inn á eina persónliga vangamynd ella fara gjøgnum teldupostar og persónlig skjøl hjá teimum deyðu?

Hinvegin er tað keðiligt tá søgan, myndir, týdningarmikil boð og myndaupptøkur hjá einar heilari familju fer fyri skeyti, sigur hon.

Tak avgerð í røttu tíð

Trupulleikin vil bara vaksa í framtíðini og Astrid Waagstein vónar, at tað við tíðini kemur ein lóggava á økinum, bæði tjóðskaparliga og altjóðarliga, so tey sum sita eftir fáa rættin til tann talgilda arvin. Man kundi eisini ímynda sær, at vit sum ein partur av teimum vanligu stillingunum á teimum talgildu vangamyndunum taka støðu til, hvat skal henda við vangamyndini, tá vit doyggja. Sum nú er, eru ongar skipanir fyri, hvussu tey avvarðandi arva tað talgilda deyðsbúgvi.

“Tí er tað týdningarmikið at vit blíva meiri tilvitað um tann talgilda arvin og syrgja fyri at tryggja okkum rættindini. Tað einasta vit kunnu gera í løtuni er at taka støðu, skriva loyniorð niður og syrgja fyri at lata teimum avvarðandi tey. Tá vit eru deyð, er tað ov seint” sigur Astrid Waagstein.

Kelda: Politiken


» Melda til tíðindabræv
Ghost 


AnniJanni