BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Vakmyndatól í hýruvognum

Dátueftirlitið varð gjørt varugt við, at ætlanir vóru millum ávísar hýruvognsførarar ella hýruvognsstøðir at seta upp vakmyndatól í forrútinum á hýruvognunum. Hesi skuldu eftir ætlan gera upptøkur av ferðslu og øðrum, ið fyrifórst frammanfyri hýruvognin.

Dátueftirlitið vendi sær til hýruvognsstøðirnar og allar hýruvognsførararnar og gjørdi vart við, at øll viðgerð av persónsupplýsingum, ið varð gjørd við vakmyndatóli,  skuldi lúka treytirnar í persónsupplýsingarlógini, og at øll vakmyndatól skuldu fráboðast Dátueftirlitinum. Eisini vísti Dátueftirlitið á, at vakmyndatólsuppptøka frá einum vakmyndatóli, sum er sett upp í forrútinum á einum hýruvogni, og sum harvið filmar alt, sum fer fram á gøtum, vegum og plássum, sum verða nýtt til vanliga ferðslu, harumframt kann verða brot á “lov om forbud mod privates tv-overvågning m.v.”

Heitt varð á støðirnar og hýruvognsførararnar um at siga frá, um teir høvdu vakmyndatól ella høvdu ætlanir um at fáa sær vakmyndatól í hýruvognin.

Tá allir hýruvognsførarar høvdu svarað skrivinum, vísti tað seg, at tað var bert ein hýruvognur, ið hevði vakmyndatól uppsett. Hesin hýruvognsførarin varð biðin um at fráboða vakmyndatólið, men lat hann ikki við seg koma. Harvið fekk Dátueftirlitið ikki høvi til at viðgera málið og staðfest, um talan var um lógliga ella ólógliga viðgerð av persónsupplýsingum.

Dátueftirlitið lat síðani vísandi til § 44 í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum sbr. § 2, stk. 3 í kunngerð nr. 124 frá 19. september 2011 um fráboðanarskyldu og undantak frá reglunum um viðgerðarloyvi, Føroya Landfúta allar upplýsingar, sum Dátueftirlitið hevði í málinum, og vísti Føroya Landfúta á, at hýruvognsførarin hevði ein profil á Facebook, har hann hevði lagt út upptøkur við vakmyndatólinum.

Eftir hetta bleiv hýruvognsførarin avhoyrdur av løgregluni, og síðani bleiv hann ákærdur fyri at hava brotið § 44, stk. 1 nr. 2, jf. § 32, jf. § 8, stk. 1 og § 9 stk. 1 í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, t.e. løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 17. mai 2004.

Hýruvognsførarin bleiv álagdur at rinda eina bót á kr. 5.000,00, sum hann tók við.

» Melda til tíðindabræv
taxa 


AnniJanni