BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Drongur dømdur fyri barnaporno, eftir at hann hevði deilt nakinmynd av fyrrverandi unnustuni á Snapchat í 15 minuttir.

Ákæri á Fyn lovar, at roynt verður at fáa treytaleysa fongsulsrevsing í málum um talgildan kynsligan ágang.

Ein nú 17 ára gamal drongur er blivin dømdur, tí hann legði eina nakinmynd av fyrrverandi unnustu síni út á Snapchat.

Myndin var atkomulig fyri øll í umleið 15 minuttir, men sambært Rættinum í Odense, gjørdi drongurin seg harvið skyldugan í útbreiðslu av barnaporno.

Dómurin er eitt tað fyrsta máli um talgildan kynsligan ágang á Fyn, eftir at tann yvirskipaði ákærumyndugleikin avgjørdi, at fara harðliga til verka yvirfyri slíkum ágangi, upplýsir politiið á Fyn.

“Vit streingja á fyri at fáa treytaleysa revsing í tílíkum málum” segði ákærin Maria Fanø-Fredeløkke.

Í hesum málinum bleiv drongurin dømdur treytaða fongsulsrevsing í 30 dagar. Millum annað, var hetta orsaka av aldrinum á dronginum – hann var 16 ára gamal, tá hann framdi lógarbrotið.

“Tað hendi sum eitt brádliga íkomið hugskot, og hann angraði tað aftaná” segði ákærin um hinar orsøkirnar hjá rættinum fyri, at velja eina treytaða revsing.

Átta sóu myndirnar og tvey tóku skermmyndir.

Fleiri líknandi mál bíða eftir at verða avgjørd við býrættin, og Maria Fanø-Fredeløkke sigur, at ákærumyndugleikin væntandi fer at kæra til landsrættin, um so er, at vanligt verður at geva treytaða fongsulsrevsing.

Kravið um treytaleysa fongsulsrevsing verður grundgivið við, at talgildur kynsligur ágangur hevur stóran týdning fyri tey, sum ágangurin gongur út yvir.

“Eg vóni, at nøkur hugsa seg um eina ferð afturat, áðrenn tey deila nakinmyndir av øðrum víðari”, segði ákærin.

Í hesum málinum, har dómur er sagdur, vóru bæði tann dømdi og órættaða 16 ár, tá myndin bleiv almannakunngjørd.

Drongurin legði myndina út á “mystory” í Snapchat, og hon vildi sum meginregla verið sjónlig fyri øll onnur í eitt døgn. Tó slettaði drongurin myndina aftaná 15 minuttir. Átta náddu at síggja myndina, meðan tvey tóku eina skermmynd.

Kelda: ritzau

» Melda til tíðindabræv
Dómur 


AnniJanni