BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Týskur rættur boðar frá, at nýtslan hjá Facebook av data er ólóglig.

Ein rættur í Berlin hevur gjørt vart við, at innstillingarnar hjá Facebook stríða ímóti lógini.

Økisrætturin í Berlin (VZBV) hevur við einum dómi sligið fast, at tær føstu privatu innstillingarnar á tí sosiala miðlinum Facebook, og nýtslan av persónsdata, stríðir ímóti tí týsku brúkaralógini.

Facebook úttalar, at tey vilja arbeiða við at broyta innstillingarnar.

Hetta skrivar The Guardian sambært Ritzau Finans.

Sambært dómstólinum savnar og nýtir Facebook persóndata, uttan at hava givið fullfíggjaða kunning til brúkararnar av tí sosiala miðlinum, soleiðis tey kunnu geva eitt týðandi samtykki.

“Facebook goymir føstu uppsetingarnar, sum ikki eru privatvinarligar, í sínum miðdepli fyri privatlív hjá brúkarunum, og gevur ikki nóg mikið av kunning viðvíkjandi hesum innstillingum, tá ein brúkari stovnar ein vanga á tí sosiala miðlinum. Hesar mannagongdir ganga ikki kravinum um eitt kunnað samtykki á møti” sigur Heiko Duenkel, sum er sakførari hjá tí týska samtakinum av brúkarafelagskapum.

Facebook vil kæra dómin

VZBV hevur millum annað funnið út av, at Facebook í sínari app á smarttelefonum hevur “undanaktivera” eina økistænastu.

Umframt eru í privatinnstillingunum hjá brúkarunum “kassar”, sum loyva leitimaskinum at leinkja til Facebook vangamyndirnar hjá brúkarunum. Hesir “kassar” eru merktir av, tá vangamyndin verður stovnað.

Alt tiltøk, sum ikki samsvara við dataverndarlógina og privatlívi hjá brúkarunum.

Í einum úttalilsi hevur Facebook sagt, at tey fara at kæra dómin, men leggja tó afturat, at tað sosiala netverkið arbeiðir miðvíst fyri at liva upp til allar leiðreglur.

Facebook hevur eftirfylgjandi meldað út, at tað sosiala netverkið vil gjøgnumganga sínar privatinnstillingar gjølla, soleiðis at tær samsvara við ta nýggju evropeisku dataverndarlógina.

Kelda ritzau

Týskur rættur 


AnniJanni