BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Kvinna misti helvtina av sínum tryggingarendurgjaldi, eftir at hon hevði deilt rørsludata á einari app.
 
Ein kvinna, ið fekk útgoldna trygging fyri mistan arbeiðsførleika, tapti eitt sakarmál orsaka av prógvi frá einari app, sum skrásetir rennitúrar.

Rørslu-appin Endomondo hevur kostað einari kvinnu útgjaldingina, sum hon fekk frá tryggingarfelagið sínum fyri mistan arbeiðsførleika. Tryggingarfelag hennara, AP Pension, hevur nevniliga nýtt hennara vangamynd fyri at prógva, at hon ikki hevði rætt til fult endurgjald frá tryggingini.

Hetta skrivar fakfelagið 3F á heimasíðu sínari.

Kvinnan hevði í 2007 fingið staðfest koyrilsbrest (piskesmæld), og hon hevði síðani 2008 fingið útgoldnar kr. 200.000 árliga fyri skerdan arbeiðsførleika.

Í 2015 fekk AP Pension tó illgruna til kvinnuna, aftaná eina uppfylging av máli hennara.

Felagið byrjaði eina kanning, sum millum annað hevði við sær eina gjøgnumgongd av  aktivitetinum hjá kvinnuni á sosialum miðlum.

Her vísti tað seg, at kvinnan luttók í einari rørlsu avbjóðing, og at hon var virkin í einum ítróttarfelag.

Fingu atgongd til vangamynd

Harumframt fekk AP Pension atgongd til vangamyndina hjá kvinnuni á tí vælumtóktu renni-appini Endomondo, har brúkarar kunnu skráseta og deila data frá teirra rennitúrum.

Hendan vísti myndir og upplýsingar um rennitíðir.

“Tað er øllum at frama, at tryggingarsvik ikki verður framt. Men tað er óhugnaligt, at upplýsingar frá einari renni-app, kunnu nýtast í einum tílíkum máli”

“Tað er týdningarmikið, at feløgini bera seg rætt at, eisini tá tey jagstra møguligar svikarar. Eg gangi út frá, at Endomondo vangamyndin hjá kvinnuni hevur verið alment atkomulig. Um ikki, er tað ógvuliga ørkymlandi, hvussu hesi data eru komnar felagnum í hendi”.

“Ein skal veruliga hugsa seg um, hvussu ein almannakunnger síni privatu data”, sigur Anette Høyrup, sum er løgfrøðingur hjá brúkararáðnum Tænk, við 3F.

AP Pension byrjaði við at taka alla útgjaldingina, sum kvinnan fekk fyri mistan arbeiðsførleika, frá kvinnuni.

Kærunevndin fyri tryggingar hevur tó avgjørt, at kvinnan hevur rætt til helvtina av tí upphæddini, sum hon áður fekk útgoldna.

Tryggingarfelagið 3F skrivar umframt, at viðhaldið í málinum uttan iva eisini hevur við sær, at kvinnan ikki skal rinda tann pening, sum hon hevur fingið útgoldnan í tíðarskeiðnum, aftur til AP Pension.

Endomondo 


AnniJanni