BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Nýggj ES-fyriskipan um persónsdátuvernd.

Fríggjadagin hin 25. mai 2018 kemur í gildi nýggj ES-fyriskipan um persónsdátuvernd. Fyriskipanin, sum fær gildi í øllum ES-londunum, verður sostatt framyvir galdandi persónsupplýsingarrættur í Evropeiska Samveldinum. 

Føroyar eru sum kunnugt ikki limur í ES, og nýggja fyriskipanin verður tískil ikki beinleiðis galdandi í Føroyum, har føroyska persónsupplýsingarlógin frá 2001 er – og framvegis verður – galdandi.

Í ávísum førum verða føroyskir persónar og føroyskar fyritøkur tó fevnd av fyriskipanini.

Fyriskipanin verður nevniliga galdandi fyri føroyskar persónar og føroyskar fyritøkur í tann mun, at hesi bjóða út vørur ella tænastur í ES og í hesum sambandi viðgera upplýsingar um ES-borgarar, uttan mun til, hvørt tað hjá teim skrásettu er neyðugt at gjalda fyri hesar vørur ella tænastur.

Fyriskipanin er harafturat galdandi í tann mun, at føroyskir persónar ella føroyskar fyritøkur hava eftirlit við atferðini hjá skrásettum ES-borgarum, tá henda atferð fer fram innan mørkini hjá Samveldinum.

Dátueftirlitið vil tískil heita á øll, ið hin 25. mai 2018 møguliga verða fevnd av fyriskipanini, um at seta seg væl inn í fyriskipanina og um neyðugt at leita sær ráðgeving frá serfrøðingum innan økið, áðrenn viðgerðin av hesum persónsupplýsingum heldur fram.

Nærri kunning um nýggju fyriskipanina er at finna á hesi leinkju:

https://www.datatilsynet.dk/generelt-om-databeskyttelse/vejledninger-og-skabeloner/


Dátueftirlitið, hin 8. mai 2018

Eyðhild Skaalum, stjóri.

 
» Melda til tíðindabræv

ES fyriskipanin 


AnniJanni