BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Talgildur tryggleiki.

Kommuna ávarar um, at brotsmenn hava fingið fatur á trúnaðarupplýsingum hjá 20.000 borgarum.

Stuldur av einari teldu í Gladsaxe avdúkar brot á persónsupplýsingalógina. Tjóvar hava fingið fatur á Cpr-numrum og øðrum trúnaðarupplýsingum hjá 20.000 borgarum.

Trúnaðarupplýsingar hjá 20.000 borgarum eru av misgáum blivnar goymdar í einum rokniarki lokalt á einari teldu í Gladsaxe kommune.

Teldan bleiv í vikuskiftinum millum 30. november og 3. desember 2018 stolin frá ráðhúsinum, í sambandi við eitt innbrot. Harvið eru trúnaðarupplýsingar hjá 20.000 borgarum komnar í skeivar hendur.

Talan er um persónnummur, aldur, kyn, bústaður, familjusamband og í nøkrum førum kommunalar veitingar, upplýsingar um bústaðartilboð umframt limaskap í fólkakirkjuni.

Ein menniskjaligur feilur:

Tað framgongur av einum kunningarskrivi, sum Gladsaxe kommune mánadagin sendi teimum avvarðandi borgarunum:

“Upplýsingarnar á teldunum hjá kommununi eru vardar av tekniskum og fyriskipanarligum trygdartiltøkum. Trygdartiltøk, sum eisini verja upplýsingarnar, um vit missa okkara teldur orsaka av stuldri ella við einum hendiligum óhappi. Men hesaferð lá eitt rokniark við trúnaðarupplýsingum á einari teldu, sum við einum menniskjaligum feili varð goymt lokalt á telduna”, verður sagt í skrivinum til borgararnar.

“Tað er ikki greitt, um talan bert er um borgarar frá Gladsaxe. Rokniarkið við upplýsingunum skuldi nýtast til eina hálvárliga eftirkannan av fíggjarligu uppgerðini millum Gladsaxe og aðrar kommunur”.

Kommunan hevur meldað málið til Datatilsynet og løgregluna. Tað er eyðsæð talan um eitt brot á persónsupplýsingalógina. Nú nýggi persóndátaforordningurin GDPR verður settur í gildi, kunnu kommunur blíva revsaðar við munandi bót fyri størri brot.

Kommunan heldur áfram í kunningarskrivinum:

“Vit taka hetta brotið í fullum álvara og eru hørm um, at vit hava mist trúnaðarupplýsingar um teg og aðrar borgarar. Vit hava í sambandi við nýggja persónsdataforordningin gjørt eitt stórt arbeiði við m.a. at kunna og vegleiða leiðarum og starvsfólkum um teirra ábyrgd, í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum. Samstundis vilja royndir frá hesum broti verða nýttar til enn einaferð at minna øll starvsfólk á, hvussu tey eiga at handfara dátur hjá tær og øðrum borgarum á tryggan og fullgóðan hátt”.

Óttafullur borgari: Kommuna eigur at vera slóðbrótari.

Politiken hevur tosað við ein av teimum borgarum í Gladsaxe, sum trúnaðarupplýsingum eru liknar út um. Hann fær sjúkradagpengar frá kommununi og er bangin um, at nakrir brotsmenn nú hava hansara trúnaðarupplýsingum um hendi.

“Við teimum upplýsingunum í skeivum hondum, kann ein verða tikin gísli av nøkrum ótespiligum týpum, ella tær kunnu nýtast til eyðmerkingarstuldur”, sigur Rasmus, og vísir til útbreiðsluna av ymsum sløgum av kriminaliteti, sum koma í kjalarvørrinum av teimum stolnu trúnaðarupplýsingunum.

Hann er samstundis illur um, at Gladsaxe kommune ikki hevur ansað betri eftir trúnaðarupplýsingunum, sum borgararnir í stóran mun deila talgilt.

“Persónsupplýsingalógin er sett í gildi, fyri at fáa skil á trygdini viðvíkjandi teimum privatu upplýsingunum hjá borgarunum. Ein kommuna burdi verið slóðbrótari, so tað at tey ikki hava havt skil fyri persónsupplýsingalógini, er ørkymlandi” sigur Rasmus, sum ikki ynskir at upplýsa fulla navn sítt.

Mettur trygdarvandi, lítil:

Í einum tíðindaskrivi skrivar Gladsaxe kommune, aftaná at hava biðið ein navnleysan trygdarserfrøðing um ráð, at “trygdarvandin verður mettur at vera lítil”:

“Í hesum máli er bert talan um stuldur av einari teldu og ikki, at upplýsingarnar hava verið atkomuligur fyri almenninginum. Tí er harddiskurin og harvið upplýsingarnar eftir øllum at døma blivnar strikaðar, vísandi til víðarisølu av telduni”, skrivar kommunan.

Kommunustjórin Bo Rasmussen harmast um hendingina:

“Eg eri rættuliga harmur um, at hetta kundi henda. Tað er torført at verja seg fullkomuliga ímóti stuldri og menniskjaligum feilum. Men vit hava seinastu mánaðirnar gjørt eitt stórt átak fyri at upplýsa okkara leiðarar og starvsfólk um, hvussu tey handfara trúnaðarupplýsingar á ein tryggan hátt, sambært teimum nýggju dátatrygdarreglunum. Og so hendi hetta allíkavæl. Tað er ikki gott nokk”, sigur Bo Rasmussen.

Bo Rasmussen sigur harumframt, at hann “vónar, at tað er talan um brúksstuldur, har harddiskurin er blivin strikaður beint aftaná stuldurin, tí ætlanin er at selja telduna víðari”.

Rasmus, sum er ein av teimum borgarum, sum stuldurin hevur ávirkað, leggur merki til, at kommunan nú upplýsir almenningin og harvið eisini tjóvarnar um, at tann stolna teldan kann hava størri virði:

“Kommunan kann jú ikki geva trygd fyri, at hesar upplýsingar ikki koma í skeivar hendur. Serliga tá tað nú kemur fram. So finnur tjóvurin út av, at hann í staðin fyri bert at selja telduna fyri kr. 1.500, kann víðariselja innihaldið til eina størri upphædd”, sigur Rasmus.

Kommunan vil nú royna at tryggja, at royndirnar frá hendingini blíva nýttar til aftur at minna starvsfólkini á, hvussu tey handfara upplýsingarnar hjá borgarunum á ein tryggan hátt. Samstundis vil kommunustjórin hyggja at møguleikunum fyri at brongla teldurnar hjá kommununi, umframt seta eina kanning í verk av, um atgongdin til ráðhúsið kann tryggjast betri.

Kelda: Politiken

» Melda til tíðindabræv
Talgild 


AnniJanni