BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Hvat er persónsupplýsingar?

Ein og hvør hevur rætt til verju av sínum persónsupplýsingum, og ein og hvør, sum viðgerð persónsupplýsingar um onnur, hevur skyldu til at eygleiða hesi rættindi og verja persónsupplýsingarnar. Hesi rættindi og skyldur ganga saman undir heitinum, dátuvernd.

Ein og hvør viðger av persónsupplýsingum hjá øðrum, sum ikki fer fram í privatum høpi, skulu fara fram í samsvari við reglurnar um persónsupplýsingar.

Persónsupplýsingar eru einhvør upplýsing og meting knýtt at einum ávísum likamligum persóni.

Tann likamligi persónurin, sum viðgerðin fevnir um, verður vanliga nevndur skrásetti, meðan tann, ið viðger persónsupplýsingarnar um onnur, verður nevndur ‘dátuábyrgdari’ ella ‘dátuviðgeri’, alt eftir hvønn leiklut tey hava í viðgerðini.

Tey skrásettu hava eina røð av rættindum mótvegis dátuábyrgdaranum. Tað er rætturin hjá tí skrásetta, sum skal verjast, og dátuábyrgdari og dátuviðgeri hava ábyrgdina fyri hesari verju. Rættindini hava sum endamál at gera tað gjøgnumskygt fyri tann skrásetta, tá ið tey viðgera upplýsingar um viðkomandi, og hvørjar upplýsingar, tey viðgera. Harumframt skulu rættindini geva tí skrásetta tamarhald á sínum egnu persónsupplýsingum.

Dátuábyrgdarin skal tryggja sær, at viðgerðin av persónsupplýsingum eru samsvarandi við eina røð av grundreglum, eins og talan skal vera um eitt lógligt grundarlag til at viðgera upplýsingarnar.

Reglurnar um persónsupplýsingar merkja eisini, at dátuábyrgdarin skal gera eina røð av heildarmetingum og hugleiðingum í sambandi við sjálva verjuna av upplýsingunum, sum verða viðgjørdar.

Tá ið tú sum skrásett setir spurnartekin við eina viðgerð av upplýsingum um teg, ella tú vísir dátuábyrgdara á tíni rættindi, skal dátuábyrgdarin svara tíni áheitan. Gerð hann ikki tað - ella ert tú ikki nøgd við tað, sum tann dátuábyrgdarin svarar, kanst tú venda tær til Dátueftirlitið, sum kann vegleiða teg um tíni rættindi, og tínar møguleikar fyri at kæra.

 
Mynd pupl 


AnniJanni