BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Dømd fyri at senda myndir á Snapchat

Ein ung genta bleiv í Føroya rætti dømd fyri blúnisbrot.

Hon bleiv dømd fyri at hava deilt ónærisligar, telduviðgjørdar myndir av einari aðrari ungari gentu umvegis talgilda miðilin Snapchat.

Ein dagin stovnaði gentan ein nýggjan vanga á Snapchat, og brúkti hann til at deila ónærisligu myndirnar og stutt boð. Hon fann ymiskar ónærisligar myndir á netinum, og setti síðani andlitið á einari aðrari gentu inn í myndina. Nýggju, tilgjørdu myndina sendi hon so víðari til ymisk fólk á Snapchat, sum báðar genturnar kendu úr skúlanum, sum tær gingu í. Hon sendi eisini fleiri stutt ónærislig boð, har hon leyg um, hvat hin gentan skuldi havt gjørt.

Hon greiddi frá, at hon var eitt sindur øvundsjúk inn á gentuna, samstundis sum at hon helt, at hin gentan hevði oyðilagt nógv fyri seg, og tí vildi hon hevna seg.

Hon angraði tó skjótt gerðina, tá hon fekk eini boð frá gentuni, har hon græt.

Myndirnar vóru tøkar á netinum í eini 30 til 60 minuttir.

Dómarin valdi at døma ungu kvinnuna sjey dagbøtur á 250 krónur, íalt 1750 krónur. Hon vísti á, at slíkar myndir kundu fáa ógvusligar og óætlaðar avleiðingar, og tí var neyðugt at døma gentuna.

Vanliga vildi talan verið um fongsulsrevsing, men orsaka av unga aldrinum hjá gentuni og at myndirnar ikki vóru av hinari gentuni sjálvari, bara andliti hennara, valdi dómarin at halda seg til bøtur.

» Melda til tíðindabræv
Snapchat 


AnniJanni