BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Nýggj kunngerð um at persónsupplýsingar til útlond við ummælisfreist 11. mars 2019.

Dátueftirlitið hevur mælt landsstýrinum til at endurskoða kunngerð nr. 33 frá 11. apríl 2005 um at flyta persónsupplýsingar av landinum uttan loyvi frá Dátueftirlitinum.

Tilmælið er grundað á, at Sameinda Kongsríkið eftir øllum at døma fer úr Evropasamveldinum (ES) tann 29. mars 2019. Í mun til flutning av persónsupplýsingum til útlond hevur tað avleiðingar, at eingin avtala er millum Føroya og SK.

Um eingin exitavtala er millum Sameinda Kongsríkið og ES, sum tryggjar t.d. status quo millum londini, verður Sameinda Kongsríkið í ES høpi de facto eitt triðjaland. Uttan eina adequacy decision frá ES verður Sameinda Kongsríkið at meta sum ótrygt triðjaland, tá ið ræður um persónsupplýsingar.

Dátueftirlitið mælir til, at nýggja kunngerðin umframt Sameinda Kongsríkið og Gibraltar eisini fevnir um Andorra, Kanada, Ísrael, Jersay, New Zealand og Uruguay.

Við nýggju kunngerðini ber til at varðveita avtalur um flutning og viðgerð av persónsupplýsingum, sum frammanundan eru galdandi millum londini, og tingini kunnu virka óbroytt uttan mun til Brexit.

Niðanfyri er eina leinkja til heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni, har m.a. upprit, sum lýsir málið nærri er at finna:

https://www.lms.fo/fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/personsupplysingar-id-kunnu-flytast-av-landinum-uttan-loyvi-fra-datueftirlitinum/

In English

The Faroese Data Protection Agency has recommended the Faroese Government revise Ministerial Order 33 from 11 April 2005 on Export of Personal Data to Foreign Countries.

The Faroese Data Protection Agency has recommended that in addition to the United Kingdom and Gibraltar the Ministerial Order should include Andorra, Canada, Israel, Jersey, New Zealand and Uruguay. 

With the revised Ministerial Order personal data can continue to flow to the United Kingdom and Gibraltar regardless of a hard Brexit on 29 march 2019. 
 


» Melda til tíðindabræv

Flutningur 


AnniJanni