BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Nýggj kunngerð um at flyta persónsupplýsingar av landinum, er komin í gildi.

Kunngerð nr. 33 frá 11. apríl 2005 um at flyta persónsupplýsingar av landinum uttan loyvi frá Dátueftirlinum, er farin úr gildi, og ístaðin er komin í gildið kunngerð nr. 31 frá 21. mars 2019 um flutning av persónsupplýsingum til útlond.

Nýggja kunngerðin varð lýst á kunngerðarportalinum 21. mars 2019, og kom í gildi 22. mars 2019.

Rættarstøðan er í stóran mun óbroytt. Tó er ein broyting við nýggju kunngerðini, at londini í Evropasamveldinum eru uppreksað í skjali 1. Hetta ger, at tað uttan mun til Brexit ber til at varðveita avtalur um flutning og viðgerð av persónsupplýsingum millum Føroyar, Sameinda Kongsríkið og Gibraltar.

Umframt Sameinda Kongsríkið og Gibraltar, fevnir nýggja kunngerðin nú eisini um londini, Andorra, Kanada, Ísrael, Jersay, New Zealand og Uruguay, sum øll hava eina góðkenning frá ES sum trygg triðjalond við nøktandi skipanum um vernd av persónsupplýsingum, tá ið ræður um viðgerð av persónsupplýsingum.

Á kunngerðarportalinum ber til at finna og lesa nýggju kunngerðina:

https://www.kunngerdaportalur.fo/default.aspx
 

» Melda til tíðindabræv

Flutningur 


AnniJanni