BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Dátueftirlitið søkir eftir skrivstovufólki.

Uppgávur

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um vanligar skrivarauppgávur, herundir lættari málsviðgerð, røkjan av heimasíðu og journal, bókhaldsarbeiði og telefonavgreiðslu.

Faklig førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving.

Persónlig førleikakrøv og royndir

Tann, ið settur verður, skal vera stinnur í føroyskum máli og hava góðan førleika at nýta teldu. Royndir innan almenna fyrisiting eru ein fyrimunur.

Vit vænta eisini at tann, ið settur verður, hevur góð samstarvsevni, er tænastuhugaður og skal kunna tola skiftandi arbeiðsuppgávur.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Arbeiðstíðin er frá kl. 9.00 til 15.00.

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. juni 2019, og skulu sendast til:

Dátueftirlitið

Postboks 300

FO-110 Tórshavn
 

ella á eydhild@dat.fo.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Eyðhild Skaalum, stjóra, tlf. 599100.

Starvið verður sett skjótast gjørligt til byrjan 1. september 2019.

Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki. Dátueftirlitið er skipað við skrivstovu, sum tekur sær av dagligu uppgávunum sambært persónsupplýsingarlógini og Dáturáði, sum tekur avgerð í prinsipiellum málum og málum av stórum almennum týdningi. Á Dátueftirlitinum starvast 4 fólk og Dáturáðið er mannað við 3 limum.

» Melda til tíðindabræv
Skrivstovufólk 


AnniJanni