BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Tryggari internetdagur

7. februar 2012 varð Tryggari Internetdagurin hildin, sum Dátueftirlitið stílaði fyri saman við Býarbókasavninum í Havn.

Dátueftirlitið varð á Býarbókasavninum í Havn allan dagin, har skipað varð fyri ymiskum kappingum, framløgum v.m.

Úrslitið av teknikappingini:
Í sambandi við Tryggari internetdagin tann 7. februar 2012 skipaði Dátueftirlitið saman við Býarbókasavninum fyri teknikapping fyri børn í forskúlaaldri. Allir barnagarðar og forskúlar í landinum vóru kunnaðir um tiltakið og fingu eina skabelón, sum ímyndaði eina farteldu at tekna á.
Samanumtikið má sigast, at børnini hava tikið sera væl undir við teknikappingini.
Tá avtornaði vórðu innkomnar 213 tekningar, ið allar á hvør sín hátt royndu at lýsa eina góða uppliving við internetinum. Ein dómsnevnd varð sett at meta um allar innkomnu tekningarnar fyri at finna tær tríggjar bestu tekningarnar, ið allar vinna ein Nintendo DS. Haraftrat varð besta tekningin útgivin sum GoCard.
Vinnari av teknikappingini gjørdist Marið Neslíð av Toftum. Hon vann ein Nintendo DS umframt at tekning hennara varð útgivin sum GoCard. Næst henni gjørdust Emilia Hjaltadóttir úr Sandavági og Dánial Behrens úr Havn. Tey bæði vunnu somuleiðis ein Nintendo DS í part.

Síggj tekningarnar her

5 góð ráð
Dátueftirlitið og SSP ráðgevingin gjørdu í fjør avtalu um at samstarva um Trygd á netinum í fólkaskúlunum í 2012. Úrslitið av samstarvinum er, at 4. flokkar í landinum í tíðarskeiðnum 3. januar – 7. februar 2012 hava arbeitt við evninum TRYGGARI Á NETINUM. Børnini hava arbeitt við evninum elektroniskt samskifti hjá børnum, og endamálið er at læra børnini um trygga ferðslu á netinum, læra tey at verja sínar upplýsingar og sítt privatlív, og annars hvar markið er fyri hvat er loyvt og ikki loyvt at gera á netinum.

Dátueftirlitið skipaði í samstarvi við SSP-ráðgevingina í hesum sambandi fyri einari kapping millum 4. flokkar í landinum, har flokkarnir høvdu høvið til at koma við 5 góðum ráðum til trygga ferðslu á internetinum.

Nógv góð uppskot komu inn til kappingina, har flest øll ráðini vendu sær til børn ella sum heild til øll um góðan sið og atburð á netinum. Ein flokkur skilti seg tó serliga frá hinum flokkunum. Hetta var 4. flokkur í Eysturskúlanum, ið hevði gjørt 5 góð ráð til foreldrini um, hvussu tey kunnu stuðla og hjálpa barninum á netinum, og tískil vann hesin flokkur kappingina.

Ráðini hjá 4. flokki í Eysturskúlanum eru soljóðandi:
1. Lær teg at brúka internetið, so tú kanst hjálpa barninum at brúka tað rætt
2. Tosa við barnið um fyrimunir og vansar við internetinum
3. Vís áhuga og fylg við, hvat barnið ger á internetinum, t.d. um heimasíðurnar, sum barnið vitjar eru hóskandi og tryggar
4. Fylg teimum aldursmørkum, sum spøl og heimasíður seta
5. Tosa við børnini um, hvussu tú samskiftir á netinum, og um tað, sum børnini vilja leggja út (t.d. myndir, filmar o.a.)

Vinnandi flokkurin vann 1 tíma við bowling í Bowlinghøllini á Hálsi við tilhoyrandi matskrá. 

Tryggari internetdagurin í 2013 varð hildin 5. februar, har tema'ið var "Online rights and responsibilities". Dátueftirlitið nýtti dagin at seta nýggju heimasíðuna www.strikameg.fo á stovn.
 

 TRI logo

AnniJanni