BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
SSP-samstarvið

Samstarv millum Dátueftirlitið og SSP ráðgevingina
Dátueftirlitið og SSP ráðgevingin hava gjørt avtalu um at samstarva um Trygd á netinum í fólkaskúlunum. Hetta samstarv byrjaði í 2012. Úrslitið av samstarvinum er, at 4. flokkar kring landið í tíðarskeiðnum januar – februar á hvørjum ári arbeiða við evninum TRYGGARI Á NETINUM.

Evnið er elektroniskt samskifti hja børnum, og endamálið er at læra tey at ferðast tryggari á internetinum, læra tey at verja sínar upplýsingar og sítt privatlív og annars hvar markið er fyri, hvat er loyvt og ikki loyvt at gera á netinum.

Undirvísingartilfarið, ið nýtt verður, er bóklingurin ”TAÐ ER TÍN AVGERÐ 2” og ”SAMSPÆLIД.

Um orsøkina til samstarvið verður sagt at, “Elektroniskir samskiftismiðlar eru vorðnir ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Fartelefonin og internetið eru komin fyri at verða, og neyðugt er at leiða børn og ung gjøgnum vandarnar á netinum.”

Vitjað skúlar saman
Dátueftirlitið og SSP-ráðgevingin hava eisini verið til felags foreldrafundir kring landið. Skráin hevur verið soleiðis, at Dátueftirlitið fyrst hevur greitt foreldrunum frá trupulleikunum, ið børn teirra kunnu møta á internetinum, og hava fingið innlit í undirvísingina og tilfarið, sum børnini arbeiddu við í januar/februar mánaði. Síðan hevur starvsfólk hjá SSP-ráðgevingini býtt foreldrini í bólkar, har tey hava arbeitt víðari við ymsum konkretum trupulleikum.
 
ssp mynd 


AnniJanni