BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Bóklingar

Her síggjast bóklingarnir og faldarin, ið Dátueftirlitið hevur givið út. Klikk á hvønn einstakan bókling, fyri at taka hann niður sum pdf-fílu. Um tit ynskja at fáa bóklingar, so eru tit vælkomin at senda ein teldupost til dat@dat.fo ella ringja á telefon 309100.
 
Forsíða á faldara STARVSFÓLKAVIÐURSKIFTI
Dátueftirlitið fær javnan fyrispurningar um viðurskifti millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar.

Í hesum sambandi gav Dátueftirlitið út ein faldara á vári 2014, ið lýsir nøkur viðurskifti um eftirlit við starvsfólkum og handfaring av teldupostkassa.

Faldarin kann lesast her
 
 
Tin_avgerd2 TAÐ ER TÍN AVGERÐ 2
Dátueftirlitið hevur í februar 2010 givið út bóklingin Tað er tín avgerð 2 um, hvussu børn og ung kunnu ferðast tryggari á internetinum.

Í 2008 gav Dátueftirlitið út bóklingin Tað er tín avgerð, sum serliga var ætlaður tannáringum. Síðan hevur Dáteftirlitið merkt ein øktan tørv á tilfarið til yngru børnini, og vendir hesin nýggi bóklingurin sær serliga til børn í aldrinum 9-12 ár.

Uppgávuvegleiðingin til Tað er tín avgerð 2 kann lesast her
 
 
Musamatta MÚSAMOTTUR
Í samstarvi við Miðlaráðið útgav Dátueftirlitið á vetri 2010 60.000 stk. músamottur, ið vórðu býttar út á skúlum og stovnum. Enn eru nakrar músamottur eftir, sum kunnu avheintast á Dátueftirlitinum.
 
 
Tin_avgerd TAÐ ER TÍN AVGERÐ
Í februar 2008 gav Dátueftirlitið út fyrra bóklingin í røðini Tað er tín avgerð. Bóklingurin er ætlaður tannáringum og er um, hvussu børn og ung kunnu ferðast tryggari á netinum. 
 
 
 

AnniJanni