BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Vegleiðing í sambandi við at endurnýta gamla samskiftistøkni
Í seinastuni hava fyritøkur lýst við at taka inn gamla samskiftistøkni, so sum fartelefonir, teldur o.a. til endurnýtslu.

Í hesum sambandi er tað sera týdningarmikið, at upplýsingarnar verða strikaðar, áðrenn tólini verða brúkt til endurnýtslu.

Dátueftirlitið skal gera vart við, at vanliga kunnu dátur ikki strikast effektivt frá einum harðdiski, USB-lykli ella fartelefon (minniskorti) við at brúka standardfunkur, sum eru til taks í eini stýriskipan. Tú kanst soleiðis ikki strika dátur effektivt við at strika eina fílu í Windows og síðani tøma pappírskurvina. Dátur verða heldur ikki strikaðar effektivt við eini forsniðan (formatering).

Reglur um kt-trygd eru ásettar í trygdarkunngerðini (kunngerð nr. 28 frá 27. februar 2003), og sambært hesum reglum skulu dátuábyrgdarar m.a. tryggja, at persónsupplýsingar ikki koma óviðkomandi í hendur.

Tá tólini ikki skulu nýtast meir, er eingin ivi um, at tryggasti mátin er fysisk oyðilegging, soleiðis at tryggjað verður, at upplýsingar ikki koma óviðkomandi í hendur.

Tá útgerðin verður latin til endurnýtslu, mælir Dátueftirlitið til at hava hesar reglur í huga:
 
  • Tá goymslumiðlar og útgerð, sum innihalda persónsupplýsingar, skulu burturbeinast, skulu hesir oyðileggjast ella avmagnetiserast, so ikki er møguligt at lesa innihaldið
  • Um dátuábyrgdari heldur enn at oyðileggja goymslumiðlar, letur hesar frá sær til endurnýtslu, skulu goymdar upplýsingar frammanundan strikast effektivt við yvirskriving
  • Dátueftirlitið mælir til, at tá ið tilfar verður yvirskrivað, verður nýtt ein av teimum spesialskráum, sum eru ætlaðar til endamálið, og sum yvirskriva dátur fleiri ferðir sambært góðkendari tøknilýsing (t.d. DOD 5220.22-M).
Brotin skermur 


AnniJanni