BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Ansa eftir geymanum
Seinastu tíðina hava fleiri dømi um, at fólk hava mist burtur geymar við rættiliga eldfimum upplýsingum, verið at sæð í útlendskum bløðum.

Niðanfyri verða nevnd tvey dømi:

Upplýsingar á geyma
Hóast størri krøv til trygd um trúnaðarupplýsingar innan skúlagátt, so sum skrivligt samskifti millum heim og skúla viðvíkjandi næmingunum, fann kvinna í Svøríki herfyri ein geyma á eini súkklubreyt við tílíkum upplýsingum. Hon tók geyman heim við sær og fann út av, at i geymanum vóru meira enn eitt hundrað fílur um samrøður við foreldur/næmingar, ósemjur millum næmingar í skúlagarðinum, fyrireikingar til flokstímar, niðurstøður/ummæli viðvíkjandi næmingum, sum fara úr skúlanum og nógvar persónligar upplýsingar, sum stavaðu heilt aftur til 2005 og frameftir.

Kvinnan var sjálvandi illa við og undraðist yvir, at tað bar til at finna tílíkt á gøtuni.  ”Tað mugu vera reglur fyri, hvussu tílíkar upplýsingar verða handfarnar” ”ella kenna lærararnir ikki reglurnar nóg væl” heldur hon fyri við Smålandsposten.

Fregnartænastufólk misti geyma
Herfyri kom fyri ein dag, at eitt bretskt fregnartænastufólk frá MI6 hevði gloymt ein geyma í einum toki í Columbia. Vanliga verður tað kanska ikki kreppa, um tú missir ein geyma, men tað varð tað í hesum føri. Hendingin hevði við sær, at fleiri fregnartænastufólk máttu skifta starv og at ein ætlað atgerð móti rúsevnisvirksemi mátti takast aftur.

Vísandi til omanfyri standandi vil Dátueftirlitið vísa á, hvussu stóran týdning tað hevur at fara við skynsemi um upplýsingar lætnar í trúnaði og mælir staðiliga til, at tað almenna, stovnar og fyritøkur hava reglur um trygd á økinum, og at syrgja fyri at tær verða fylgdar.

 
Ansa eftir geymanum 


AnniJanni