BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
P-talið
Dátueftirlitið hevur í seinastuni fingið nógvar fyrispurningar um nýtslu av persónstalinum, og vil tí í hesum sambandi kunna um reglurnar á økinum.

Sambært persónsupplýsingarlógini kunnu almennir myndugleikar, t.v.s. lands- og kommunalir myndugleikar, brúka p-talið til eintýdda eyðmerking. Hetta skal skiljast á tann hátt, at við at nýta p-talið skal eingin ivi vera um, at talan er um rætta persónin. Somuleiðis kunnu almennir myndugleikar nýta p-talið sum skránummar.

Tá tað snýr seg um privat, t.e. fyritøkur, virkir v.m., eru reglurnar fyri nýtslu av p-talinum strangari og hesi kunna bara viðgera p-talið, um
  1. viðgerðin er heimilað í lóg
  2. skrásetti nágreiniliga hevur givið sítt samtykki, ella
  3. viðgerðin bert fer fram til søgulig, vísindalig ella hagfrøðilig endamál.
Víðarigevan
Meðan almennir myndugleikar kunnu nýta p-talið m.a í samskiftinum sínamillum, eru strangar reglur fyri nær privat kunnu víðarigeva p-talið, og hetta er bert loyvt, um
  1. víðarigevingin er heimilað í lóg
  2. skrásetti nágreiniliga hevur givið sítt samtykki til víðarigevingina
  3. víðarigevingin er kravd av einum almennum myndugleika, ella
  4. víðarigevingin er ein nátturligur liður í regluliga virkseminum hjá virkjum o.ø. av tílíkum slag og er altýðandi fyri eina eintýdda eyðmerking av skrásetta.

 
P-talið 


AnniJanni