BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Innlit í logg

Dátueftirlitið hevur viðgjørt ein fyrispurning frá Heilsumálaráðnum viðvíkjandi innlit í logg. Støða skuldi takast til, um heimild er í persónsupplýsingarlógini til, at persónur kann krevja innlit í logg í THS-skipanini, soleiðis at viðkomandi fær eina útskrift yvir allar persónar, sum hava verið inni á sjúklingajournalini hjá viðkomandi. Ikki bert tey, sum hava lagt upplýsingar inn á journalina, men eisini, hvør hevur verið inni og hugt at journalini.
Dátueftirlitið metti spurningin vera prinsipiellan, og hevur spurningurin tí verið lagdur fyri Dáturáðið til endaliga støðutakan.

Niðurstøða
Niðurstøðan hjá Dáturáðnum var, at tað er ikki heimild í persónsupplýsingarlógini til at geva innlit í loggútskiftir í THS.

Dáturáðið metti ikki, at heimildin í § 19 er nóg breið til at geva heimild til innlit í loggupplýsingar, sum umbiðið í hesum føri. Tí hóast viðkomandi hevur rætt til at fáa innlit í, hvaðani persónsupplýsingarnar eru útvegaðar, so merkir hetta tó ikki, at viðkomandi kann krevja at fáa avrit av øllum logginum.
§ 19 stk. 1 nr. 4 viðger bert, hvørjar upplýsingar ein kann krevja um seg sjálvan. Dátueftirlitið metir, at tað er sera ivasamt um loggupplýsingar, sum vísa, hvør persónur hevur verið inni á eini journal, kunnu sigast at vera ”upplýsingar um ein sjálvan".

Dáturáðið metti hinvegin, at tørvur er á eini áseting um, at sjúklingar skulu fáa innlit í egnar loggupplýsingar í heilsuverkinum. Mett varð, at ein tílík áseting skal vera í serlóggávu og ikki í persónsupplýsingarlógini.

Ráðið var samt um at senda skriv til Løgmansskrivstovuna, Innlendismálaráðið og Heilsumálaráðið og heita á politiska myndugleikan um at fáa hesi viðurskifti lógarregulerað.
innlit í logg

AnniJanni