BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Bandaðar telefonsamrøður

Dátueftirlitið hevur viðgjørt ein fyrispurning, viðvíkjandi upptøkum av telefonsamrøðum í samband við virðisbrævahandil.

Fyrispurningurin til Dátueftirlitið var, um ein peningastovnur kann upptaka allar telefonsamrøður viðv. virðisbrævahandli, valutahandli og ordrum við ávís dealaraborð.

Niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum var, at peningastovnurin við heimild í § 8 og § 9, stk. 1, nr. 6 í persónsupplýsingarlógini kann taka upp telefonsamrøður gjørdar frá dealaraborðunum viðv. virðisbræva- og valutahandli.

Dátueftirlitið hevur í viðgerðini lagt dent á, at peningastovurin hevur áhuga í seinni at kunna prógva um ein avtala er gjørd og møguliga at rætta feilir og tílíkt í avtaluni. Somuleiðis hevur Dátueftirlitið lagt dent á at felagið ”Lokale Pengeinstitutter”, sum allir føroyskir peningastovnar eru limir í, hevur upplýst, at tað er vanligur handilssiður í hesi vinnugrein at taka upp telefonsamrøður fyri at kunna skjalfesta og prógva ymiskar avtalur.

Dátueftirlitið legði dent á, at tað er ein treyt at starvsfólkini eru kunnaði um at hesar samrøður verða tiknar upp, og at starvsfólkini hava atgongd til aðrar telefonir, har samrøðurnar ikki verða tiknar upp. Somuleiðis varð dentur lagdur á at starvsfólkini verða vard á tann hátt, at tað eru greiðar reglur t.d. í innanhýsis mannagongdum um, hvør hevur rætt til at avlurta samrøðurnar, og á hvønn hátt ein tílík avlurting verður framd.

Peningastovurin skal somuleiðis kunna viðskiftafólk síni á sjónligum stað um, at hesar samrøður verða tiknar upp.
Bandaðar telefonsamrøður 


AnniJanni