BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Vegleiðing um dátutrygd í sambandi við heimaarbeiðspláss


Dátueftirlitið hevur savnað ymiskar upplýsingar úr hinum norðanlondunum, har víst verður á trupulleikar viðvíkjandi dátutrygd, tá talan er um heimaarbeiðspláss. Niðanfyri verður víst á krøv í lógini og fleiri viðurskifti, sum dátuábyrgdaramyndugleiki ella virki eiga at taka støðu til, tá farið verður undir heimaarbeiðspláss.
 
§ 31, stk. 3 í persónsupplýsingarlógini ásetur, at dátuábyrgdarin og dátuviðgerin skulu tryggja, at viðgerðin av upplýsingum nøktar tær treytir lógin ásetur um trúnað, sjálvræðisrætt og innlit. Harafturat skal tryggjast, at persónsupplýsingar ikki av tilvild ella ólógliga verða burturbeindar, burturmistar ella minka í virði, og at ikki óviðkomandi fáa kunnleika til persónsupplýsingarnar, misbrúka tær ella annars ólógliga viðgera tær. Nevndu trygdarkrøv eiga at verða fylgd, bæði tá dátuábyrgdarin er almennur myndugleiki og tá talan er um privat virki o.t.
 
Á einum vanligum arbeiðsplássi hava starvsfólkini ofta ígjøgnum langa tíð arbeitt upp siðvenjur og mannagongdir, sum tryggja álítandi viðgerð av dáta. Tá arbeitt verður frá einum heimaarbeiðsplássi, eru siðbundnar mannagongdir ofta ikki til staðar. 
 
Dátueftirlitið metir tað tí hava stóran týdning, at arbeiðgevarar gera leiðbeinandi reglur fyri nýtsluni av heimaarbeiðsplássum. Dátueftirlitið metir at niðanfyri nevndu trygdarspurningar eiga at havast í huga, tá arbeitt verður umvegis heimaarbeiðspláss.
 
At goyma upplýsingar lokalt: Um alneyðugt er, at heimateldan eisini skal nýtast til at goyma upplýsingar frá sentrala kervinum, er neyðugt at upplýsingarnar verða bronglaðar.
 
At skriva út upplýsingar lokalt: Um alneyðugt er at skriva út upplýsingar á heimatelduni, skulu leiðbeinandi reglur og vegleiðingar gerast viðvíkjandi at goyma og burturbeina útskriftir, soleiðis at óviðkomandi ikki koma at upplýsingunum. Dátueftirlitið mælir frá at skriva út lokalt, um tað ikki er alneyðugt.
 
Onnur nýtsla av heimateldu: Um dátuábyrgdari loyvir aðra nýtslu, t.d. privata nýtslu, skulu vegleiðingar gerast fyri hesum og neyðug trygdartiltøk setast í verk.
 
Fysisk trygd: Roknast kann ikki við, at fysiska trygdin móti stuldri, herverki og at óviðkomandi fáa atgongd til upplýsingar yvirhøvur eru líka so góð í heimaumhvørvinum sum á vanliga arbeiðsplássinum. Serliga tá hugsað verður um at goyma upplýsingar lokalt og skriva út lokalt mugu hesi viðurskifti vera í lagi. Harumframt kann tað vera lættari at avlurta dáta gjøgnum telefonlinjur í heimaumhvørvinum.
 
Elektronisk trygd: Um sambandið millum heimaarbeiðsplássið og sentrala kervið gongur gjøgnum analogt telefonsamband, ISDN, fartelefon o.t. skal í hesum sambandi verða skipað soleiðis fyri, at óviðkomandi ikki kunnu seta seg í samband við sentrala kervið og yvirhøvur ikki koma inn í samskiftið. Dømi um tílíkar skipanir eru, at ringt verður upp aftur, vernd av loyniorði og afturlatnir brúkarabólkar. Møguligt er eisini at áseta fastar tíðir fyri, nær heimaarbeiðsplássið kann brúkast og møguliga gera eitt serligt slag av logging.
 
Í sambandi við fareindir - til dømis fartelefonir og teldlar - eigur arbeiðsgevari at hava ítøkiligar mannagongdir í sambandi við nýtslu av hesum til viðgerð av persónsupplýsingum. Ein váðameting eigur at vera grundarlag undir metingini av, hvørt persónsupplýsingar eiga at vera viðgjørdar á fareindum, hvørjar persónsupplýsingar eiga at vera viðgjørdar, og hvørjir váðar kunnu góðtakast. Atgongd til arbeiðsteldupost umvegis fareindir eigur eisini at byggja á eina ítøkiliga váðameting. 
 
Leypandi dagføring eigur at verða gjørd av serligu vegleiðingunum fyri heimaarbeiðsplássið fyri at tryggja, at reglurnar um trygdartiltøk verða hildnar, somuleiðis sum váðametingar eiga at vera endurskoðaðar javnan.
 
 
Dátueftirlitið, 24. oktober 2016.
 

AnniJanni