BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Vegleiðing í sambandi við verkætlanir

Áðrenn loyvi verður givið til eina verkætlan, skulu hesi skjøl latast Dátueftirlitinum:
Umsókn um viðgerð av viðkvæmum upplýsingum 
Undirskrivað váttanarskjal 
Kunningarskriv til luttakarar 
Samtykkiváttan sum skal brúkast til luttakararnar 
Spurnarblaðið til luttakararnar 
Mannagongdir viðvíkjandi trygd 
Møguligt loyvi frá Vísindasiðsemisnevndini.

Hesar upplýsingar skulu verða í skrivi til luttakararnar:
Tá ið Dátueftirlitið viðger umsóknir um viðgerðarloyvi til verkætlanir, verður eisini
hugt eftir um kunningin til tey, sum verða biðin um at luttaka, er nøktandi.
Niðanfyri er ein listi yvir hvørjar upplýsingar í minsta lagi skulu vera í einum
kunningarskrivi.
1. Heitið á verkætlanini.
2. Orsøkin til verkætlanina.
3. Endamálið við verkætlanini.
4. Hvat upplýsingarnar um luttakaran skulu nýtast til.
5. Ábyrgd av verkætlanini.
6. Leiðari fyri verkætlanini.
7. Fígging.
8. Um søkjast skal um loyvi til at gera verkætlanina og um hetta loyvi er fingið.
9. Um persónsupplýsingarnar skulu flytast til útlandið ella um ætlanir eru um tað.
10. Um samtykkið eisini fevnir um at flyta upplýsingarnar til útlandið.
11. Navn á tí sum luttakarin kann vænta fer at venda sær til viðkomandi.
12. Hvør hevur atgongd til persónsupplýsingar, sum eru knýttar at persónum.
13. Hvar upplýsingarnar skulu savnast.
14. Hvussu upplýsingarnar skulu savnast.
15. At tað er sjálvboðið at luttaka í kanningini.
16. At luttakarin altíð kann taka seg burturúr kanningini og fáa upplýsingarnar um seg
strikaðar.
17. At luttakarin ikki hevur skyldu til at geva nakra orsøk til at taka seg úr kanningini.
18. Nær verkætlanin endar.
19. Hvat verður gjørt við upplýsingarnar, tá ið verkætlanin er liðug.
20. Møguleikan fyri at fáa avrit av kanningarúrslitinum, um viðkomandi ynskir tað.
21. At verji vil hava rætt til at síggja spurnarblaðið áðrenn, um ein ómyndigur skal
svara tí.
22. Gjøgnumgongd av øllum pørtum av verkætlanini og hvar meiri kann fáast at vita
um kanningina.
23. Um Vísindasiðsemisnevndin skal meta um verkætlanina og um so er, um hon
hevur góðkent hana.
24. Kunning um granskarin hevur tagnarskyldu og um tað lógliga kann víkjast frá
henni.
gransking mynd 


AnniJanni