BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
9 góð ráð um privatlív á Facebook

1.Tak Facebook profilin úr Google
Um tú googlar teg sjálvan, kemur tín Facebook profilur møguliga fram. Hesum kanst tú sleppa undan við ikki at senda profilin til leitimaskinur. Undir ”uppsetan” kanst tú avgera, um tað er møguleiki at finna teg á Google. Um tú ikki vilt hava tað, so strikar tú bara flugubeinið.

2. Verj tínar myndir
Tú kanst sjálv velja, hvør skal síggja myndirnar, sum tú ert frámerkt í (tagget). Tað kanst tú gera við at velja ”uppsetan” og síðan ”persónligar uppsetanir”. Síðan avger tú sjálv, hvør sleppur at síggja myndirnar.

3. Ger lista yvir vinirnar
Tú kanst sjálv avgera, hvussu nógv ymisku vinirnir skulu síggja, tí tú kanst býta teir upp í bólkar, so sum ”vinir”, ”starvsfelagar”ella ”skyldfólk”. Tú avger sjálv, hvussu nógv vinirnir í ymsu bólkunum kunnu síggja.

4. Ósjónlig á Facebook
Tú kanst hvørva úr Facebook soleiðis at skilja, at tú ikki kemur fram, tá leitað verður eftir tær. Á henda hátt avger tú sjálv, hvør skal fáa at vita, at tú ert á síðuni. Hetta kanst tú gera við at velja ”uppsetan” og ”persónligar uppsetanir” og síðan broyta í ”leita”.

5. Verj myndirnar
Hóast tú leggur myndir út, er ikki neyðugt at allir tínir vinir hava møguleika at síggja tey. Tú kanst geva ávísum vinum atgongd til ávísar myndir við at fara inn á ”vangamynd” undir ”persónligar uppsetanir”.

6. Broytingar kunnu haldast loyndar
Um tú ikki vilt hava, at vinir tínir skulu vita, at tú – aftur - ert ”single”, kanst tú broyta tað við at fara inn á ”tíðindi og veggur” í ”persónligar uppsetanir”. Her kanst tú sjálv avgera, hvørjar profilbroytingar skulu fara víðari.

7. Upplýsingar kunnu fjalast
Tað eru kanska ikki allir tínir vinir, ið hava fyri neyðini at vita, hvar tú býrt og telefonnummarið hjá tær. Hetta kanst tú stilla við at fara undir ”vangamynd” í ”persónligar uppsetanir” og klikkja á ”samband”.

8. Privatur veggur
Tú kanst sjálv avgera, hvør hevur møguleika at síggja, hvat er skrivað á tínum veggi. Tað kanst tú gera við at klikkja á linkið, ”tíðindi og veggur” í ”persónligar uppsetanir”. Her kanst tú sjálv avgera, hvør kann síggja boðini á tínum ”veggi”.

9.Tú kanst fjala, hvørjir eru tínir vinir
Um tú hevur ein pínligan vin, kanst tú goyma hetta vinarlagið fyri øðrum. Tað kanst tú gera við at fara inn á ”vangamynd” í ”persónligar uppsetanir” og klikkja á ”grundleggjandi”. Her kanst tú avgera, hvør kann síggja, hvør er tín vinur.

» Melda til tíðindabræv
9 góð ráð 


AnniJanni