BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Tilráðingar um verju av privatlívi, tá tú brúkar tænastur á netinum

Á altjóða ráðstevnu um dátuvernd 2008 hevur danska Datatilsynet saman við dátueftirlitum úr øðrum londum viðtikið eina samtykt um at verja privatlívið, tá talan er um at brúka sosialar tænastur av netinum, so sum t.d. Facebook.

Tey, sum brúka tænastur av netinum
Øll, sum eru partar á økinum, tað veri seg tænastuveitarar, myndugleikar, felagsskapir o.o., eiga at ráðgeva brúkarunum um, hvussu tey best kunnu verja sínar persónsupplýsingar m.a. soleiðis:

1. At almannakunngera upplýsingar
Tú eigur at hugsa teg væl um, tá tú brúkar sosialar tænastur á netinum, hvørjar persónsupplýsingar – um nakrar – tú almannakunnger á einum profili á netinum. Minst til, at tú seinni kanst koma at standa til svars fyri allar tær upplýsingar ella myndir, sum tú hevur lagt út, t.d. tá tú skalt søkja nýtt starv. Serliga børn og ung eiga ikki at lata frá sær bústað og telefon nr.

Tú átti kanska at umhugsað at brúkt dulnevni í staðin fyri títt rætta navn í einum profili. Men minst til, at hetta bert í ein ávísan mun verjir teg, tí onkur er óivað førur fyri at finna út av, hvør stendur aftan fyri dulnevnið.

2. Tú skalt heldur ikki gera teg inn á privatlívið hjá øðrum
Brúkarar skulu somuleiðis virða privatlívið hjá øðrum. Her er serliga talan um at almannakunngera persónligar upplýsingar um onnur - herundir vanligar myndir ella myndir, sum tú ert frámerkt á - uttan at hava fingið loyvi frá viðkomandi.

Tænastuveitarar
Tey sum veita tænastur á netinum hava serliga ábyrgd fyri at ansa eftir og vegleiða teir persónar, sum brúka netið. Umframt at lúka krøvini í lógini um at verja persónsupplýsingar, eiga tey eisini at seta í verk hesar tilráðingar:

1. Privacy-fyriskipanir og siðvenjur
Tænastuveitarar, sum arbeiða í ymiskum londum runt í heiminum, eiga at hava virðing fyri teimum fyriskipanum um verju av privatlívinum, sum eru galdandi í viðkomandi londum og seta seg inn í hesar fyriskiparnir í samráð við myndugleikarnar á staðnum.

2. Brúkaraupplýsingar
Tænastuveitarar eiga á ein lættskiljandi hátt at upplýsa brúkararnar um, hvussu teir eiga at fara um sínar persónsupplýsingar, og um møguligar avleiðingar av at almannakunngera persónsupplýsingar í einum profili, og um trygdarváðan, sum altíð er til staðar. Teir eiga somuleiðis at greiða frá, at í sambandi við t.d. rættarverju kunnu persónar, ið standa uttanfyri, hava rætt til at síggja upplýsingarnar. Somuleiðis eigur at verða upplýst um, hvussu brúkarar eiga at viðgera persónsupplýsingar um onnur í teirra profilum.

3. Brúkaratjekk
Veitarar eiga somuleiðis at upplýsa brúkaran um, hvussu hann best kann hava tjekk á, hvussu aðrir brúkarar á netinum brúka hansara profilupplýsingar. Veitarar eiga at geva brúkaranum møguleikar fyri at avmarka, hvussu sjónligur profilurin skal vera sum heild, og hvussu hann kann halda aftur einstakar upplýsingar í profilinum, umframt í leitimøguleikunum á netinum.
Veitarar eiga eisini at geva brúkarum møguleikar fyri at tjekka, hvat veitararnir brúka profilupplýsingarnar til, t.d. marknaðarføring. Undir øllum umstøðum skulu reglurnar í persónsupplýsingarlógini og marknaðarføringslógini haldast .

4. Privacy-vinarligar standard-uppsetingar
Veitarar eiga at bjóða brúkarunum privatvinarligar standarduppsetingar til profil upplýsingar. Hesar uppsetingar hava nógv at siga í sambandi við verju av persónligum upplýsingum: Vanliga eru tað ógvuliga fáir brúkarar, sum hava ætlanir um at fara inn og broyta uppsetingarnar, tá teir melda seg til eina tænastu. Tílíkar uppsetingar skulu vera serliga tálmandi, tá talan er um yngri brúkarar og børn.

5. Trygd
Veitarar eiga við hjálp frá góðkendum ”best practices” innan ráðlegging, menning og rakstur av skipanum – m.a. við at nýta óhefta grannskoðan og góðkenning – áhaldandi at menna og halda viðlíka trygd í kunningarkervum og verja brúkararnar móti, at profilar verða misnýttir.

6. Rættur til innlit
Veitarar skulu geva øllum rætt til innlit í (uttan mun til um viðkomandi er limur í sosialu net-tænastuni ella ikki) og um neyðugt atgongd til at rætta – allar tær upplýsingar um viðkomandi persón, sum verða viðgjørdur av veitaranum.

7. At strika brúkara-profilar
Veitarar skulu geva brúkarunum møguleika fyri lætt at kunna siga upp limaskap, strika profil og alt tilfar ella upplýsingar, sum teir hava almannakunngjørt á netinum.

8. At brúka dulnevni
Veitarar skulu hjálpa brúkarum við, hvussu teir kunnu brúka dulnevni á netinum og mæla til, at hesin møguleiki verður nýttur.

9. Atgongd hjá triðjaparti
Veitarar skulu forða fyri at triðipartur kopierar í rúgvuvís av profilupplýsingum.

10. Møguleiki at fjala profilar
Veitarar eiga at tryggja, at eksternar leitimaskinur bert kunnu leita eftir upplýsingum um brúkaran, um viðkomandi greitt frammanundan hevur givið sítt samtykki. Standarduppsetingin eigur at vera, at leitimaskinur ikki hava møguleika at finna profilarnar.

» Melda til tíðindabræv
Tilráðingar um verju av privatlívi 


AnniJanni