BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Tryggja fartelefonina

Hevur tú myndir ella boð á fartelefonini, sum eingin annar skal síggja?

Um tú gloymir fartelefonina í skúlanum, á arbeiðsplássinum ella til eina veitslu, kunnu øll í frið og náðum lesa og kopiera alt títt persónliga tilfar, og kanska ikki allar myndir ella boð eru ætlað øðrum eygum. Um illa vil til, so kunnu aðrir persónar almannakunngera alt títt persónliga lív á internetinum.

Tað er ikki vist, at størsta hóttanin móti tíni fartelefon er virus ella spam, men vinir og kenningar.

Vit verja teldur, heim og persónligar upplýsingar, men fartelefonin verður ofta gloymd í hesum viðfangi. Í fartelefonini er ofta ein rúgva av upplýsingum um lív okkara. Har eru nøvn og telefonnummur hjá vinum og kenningum, sms-boð, sum vit hava sent og móttikið, upplýsingar um avtalur og hvønn vit hava tosað við osv.
Í dag verður fartelefonin nógv brúkt sum eitt arbeiðsamboð. Umframt at hava upplýsingar frá sms-boðum, kalendara, kontaktpersónum osv., so hava fleiri eisini atgongd til teldupostin á fartelefoni.
Dátueftirlitið vísir á, at tað er sera týdningarmikið, at hugsa verður um trygdina á fartelefonini á sama hátt, sum tá talan er um telduna.
Ymiskar skipanir eru á marknaðinum, sum kunnu tryggja fartelefonina við einum verjuprogrammi.

» Melda til tíðindabræv
Tryggja fartelefonina 


AnniJanni