BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Tá skúlar hava eftirlit

Vegleiðing til í hvønn mun skúlar kunnu hava eftirlit við næmingunum

Dátueftirlitið hevur viðgjørt eitt mál, har ein føroyskur miðnámsskúli hevur framt eftirlit við næmingum við at kanna trygdarloggin á telduskipanini. Hetta varð gjørt eftir at skúlin hevði grundaðan mistanka til, at nakrir næmingar høvdu loggað á telduskipan skúlans og broytt fráveru sína.

Í hesum sambandi hevur Dátueftirlitið gjørt eina vegleiðing fyri at minna á reglurnar á økinum og rætta framferðarhátt, tá reglurnar verða handhevjaðar.

Vegleiðandi reglur og mannagongdir sum skulu havast í huga, tá skúlar umhugsað at hava eftirlit við næmingum

Reglur og avleiðingar
Dátueftirlitið ger vart við, at allir skúlar eiga at hava greiðar reglur fyri nýtslu av upplýsingarkervinum sum t.d. internet og teldupostnýtslu, og næmingar og lærarar eiga at verða kunnaðir um hesar reglur, og avleiðingarnar av at bróta tær.

Reglurnar kunnu t.d. verða ásettar í kt-politikkinum hjá skúlanum. Her kann verða ásett hvør nýtsla er loyvd, at internetnýtsla og teldubrævasamskifti verður skrásett og loggað, og at skúlaleiðslan hevur rætt til at eftirkanna internetnýtsluna og teldubrævasamskifti um so er, at skúlin hevur grundaðan mistanka um, at internetið og/ella teldubrævaskipanin verða nýtt í andsøgn við kt-politikkin á skúlanum.

Møguligt interneteftirlit skal verða í tráð við persónsupplýsingarlógina og reglurnar á skúlanum. Eisini eiga mannagongdir at verða í kt-politikkinum fyri, hvussu eftirlit verður framt, og Dátueftirlitið mælir altíð til at næmingaumboð/álitisfólk er til staðar, meðan eftirlitið verður framt.

Í praksis kann skúlin skipa hetta soleiðis at bæði næmingar og starvsfólk verða kunnað um reglurnar, við skúlaársbyrjan.

IP-adressur og loggur
Allar teldur hava eina IP-adressu. Hetta fyri at tryggja at teldupostur skal koma til rætta móttakara og at vitjaðar heimasíður verða sendar til røttu telduna. Fyri at tryggja at hackarar og telduvirus ikki skulu kunna bróta inn í telduna, hava flestu skúlar eisini ein brandmúr. Í brandmúrinum sæst, hvørjar heimasíður teldurnar hava verið á, hvussu ofta, hvussu leingi o.s.fr.

Hvat hevur skúlin loyvi at kanna?
Endamálið við trygdarlogginum er at tryggja, at telduskipanin verður brúkt við skili, at tryggja raksturin, skjalfesta hendingar, finna fram til ymisk rakstrarórógv, endurskapa mistar upplýsingar og tryggja ímóti virus og hackarum.

Meginreglan er, at skúlin hevur ikki loyvi at nýta loggin í telduskipanini til eftirlit av internetnýtsluni hjá næmingunum. Persónsupplýsingarlógin hevur við sær at fyrilit skulu takast fyri bæði næmingum og lærarum, ið tryggja bæði næmingum og lærarum rætt til privatlív á netinum.

Loggurin kann kortini nýtast til at avdúka óhóskandi virksemi á internetinum men hetta skal bert vera gjørt tá skúlin hevur grundaðan mistanka til nýtslu, sum er í stríð við ásettar reglur, og skal loggurin kannast skal hetta verða gjørt sambært greitt ásettum mannagongdum.

Er mistanki um at talan er um álvarslig brot, eigur málið at vera latið løgregluni, sum eisini skal standa fyri kanningunum í málinum.
 
Tá skúlar hava eftirlit 


AnniJanni