BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Persónsupplýsingar og navnleysar upplýsingar

Persónsupplýsingarlógin er bert galdandi fyri viðgerð av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis, kunnu knýtast at einum ávísum likamligum persóni, sum kann kennast aftur. Tað merkir hinvegin tað, at lógin ikki galdandi fyri viðgerð av upplýsingum, sum ikki eru fevndar av omanfyrinevndu allýsing.

Tað kann stundum verða hent hjá fyritøkum og stovnum, at gera upplýsingar navnleysar, soleiðis at viðgerð av hesum upplýsingum kann fara fram uttan fyrilit fyri ásetingunum í persónsupplýsingarlógini.

Áðrenn eina ætlaða viðgerð av upplýsingum, er altíð týdningarmikið hjá einum dátuábyrgdara at umhugsa, hvørt ein viðgerð av upplýsingum hevur fyri neyðini at umfata upplýsingar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu knýtast at einum ávísum likamligum persóni, ella hvørt endamálið við viðgerðini kann røkkast við viðgerð av navnleysum upplýsingum.

Um niðurstøðan hjá dátuábyrgdaranum er, at endamálið við viðgerðini kann røkkast, við at viðgera navnleysar upplýsingar, so er avgerandi, at eisini innsavnanin av upplýsingunum fer fram navnleys. Hetta tí, at sjálv gongdin at gera persónsupplýsingarnar navnleysar, er ein sjálvstøðug viðgerð, sum krevur heimild sambært persónsupplýsingarlógini.

Hvussu gerast persónsupplýsingar navnleysar?       

Tað kann tykist mongum heldur fløkjasligt, at skilja júst hvussu ein ítøkiliga kann gera persónsupplýsingar navnleysar, soleiðis at tær ikki longur kunnu knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Vanliga verður tikið til, at tá ið møguleiki ikki longur er, at eyðmerkja einkultar persónar í eini rúgvu av dátum, so er talan um navnleysar upplýsingar. Tað vil í flest øllum førum vera talan um, at ein ítøkilig meting skal avgera, hvørt talan er um so mikið góða navnloynd, at skrásetti ikki longur kann eyðmerkjast.

Hættir sum ikki navnloyna

Tað er týdningarmikið at skyna millum navnleysar upplýsingar og upplýsingar sum við ymsum mannagongdum hava gjørt tað trupult at eyðmerkja ávísan persón, men sum ikki eru navnleysar sambært persónsupplýsingarlógini. Persónsupplýsingar eru sum nevnt framvegis fevndar av persónsupplýsingarlógini, sjálvt um tað ikki beinleiðis ber til at eyðmerkja ávísar persónar.

·     Pseudonymisering – Tá ið talan er um pseudonymisering, er talan um, at býta um samleikan hjá tí skrásetta við eitt annað eyðkenni – til dømis eitt eyðkennisnummar. Í fyrstu atløgu er ikki møguligt at eyðkenna skrásetta, tá ið viðkomandi er pseudonymiseraður. Talan er tó framvegis um persónsupplýsingar, tá ið man óbeinleiðis kann knýta upplýsingarnar til ein ávísan persón, og soleiðis eyðmerkja tann einstaka persónin.

·      Bronglan – Tá ið talan er um at brongla, er talan um at forða óviðkomandi (sum ikki eru sendarin ella móttakarin) at lesa ávíst samskifti. Bronglan tryggjar trúna, men bronglaðu upplýsingarnar eru tó framvegis persónsupplýsingar, tá ið ein “lykil” kann ó-brongla upplýsingarnar.

Dátuábyrgdarar, sum ikki hava “lykilin” til at gera pseudnymiseraðar ella bronglaðar upplýsingar beinleiðis eyðkenniligar, eru framvegis fevndir av persónsupplýsingarlógini. Hetta tí, at pseudonymiseraðar ella bronglaðar upplýsingar, framvegis eru persónsupplýsingar, og tí framvegis er fevndar av persónsupplýsingarlógini.

Hættir sum møguliga navnloyna

Aggregering (samanlegging) – Tá ið talan er um samanlegging, er talan um, at knýta upplýsingarnar í stórar bólkar, har dentur ikki er lagdur á tey einkultu skrásettu, men heldur á heildina. Samanlagdir upplýsingar eru einans navnleysar, um bólkarnir eru so mikið stórir, at eingin hevur møguleika at eyðkenna ávísar persónar útfrá upplýsingunum, ella við at seta saman upplýsingarnar. Ein samanseting av upplýsingum, sum ikki gevur navnloynd, kann til dømis verða upplýsingar um kyn, aldur og útbúgving í eini lítlari bygd, soleiðis at samansetingin av upplýsingum fortelur hvør einstaki persónurin er.

Havast skal í hugsa, at nýmótans tøkni og sokallaðir super-teldur kunnu gjøgnumarbeiða og samanleggja ófatiliga stórar mongdir av dátum. So navnloynd við samanlegging av upplýsingum gerst alsamt torførari, so hvørt sum tøknin flytir seg, og super-teldur gerast alsamt betur og skjótari, samstundis sum upplýsingar, sum í dag metast sum navnleysar í framtíðini ikki verða tað longur í tráð við tøkniligu menningina.

Samanumtikið er at siga, at dátuábyrgdarar og dátuviðgerðar skulu verða sera varnir, tá ið at gera upplýsingar navnleysar umræður, soleiðis at upplýsingarnar veruliga eru navnleysar, og soleiðis ikki fevndar av persónupplýsingarlógini.

Spurningar og viðmerkingar til hesa grein, ella í sambandi við persónsupplýsingarrætt sum heild, eru altíð vælkomnar, og er Dátueftirlitið altíð til at heita á.    



Pupl 


AnniJanni