BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Fráboðan til Dátueftirlitið

Viðgerð, sum ikki krevur loyvi frá Dátueftirlitinum skal sum útgangsstøði fráboðast Dátueftirlitnum

Hvat er ein fráboðan
Ein fráboðan er ein frágreiðing til Dátueftirlitið um, at viðkomandi ætlar, at viðgera ávísar persónsupplýsingar.

Hvussu fráboði eg
Tú kanst útfylla eitt oyðublað (fráboðanarskjal) her á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum, og senda tað inn umvegis heimasíðuna. Tú kanst eisini senda oyðublaðið við posti. Verður oyðublaðið sent umvegis heimasíðuna, skal eitt váttanarskriv undirskrivast og sendast Dátueftirlitinum við vanligum posti.

Fráboðanin skal latast Dátueftirlitinum í seinsta lagi 30 dagar áðrenn viðgerðin er ætlað at byrja. Dátueftirlitið ger av, um fráboðanin er fullgóð.

Viðgerð sum ikki skal fráboðast
Tríggjar kunngerðir eru gjørdar við undantøkum til fráboðanarskylduna. Hetta merkir í høvuðsheitum, at um tú viðger persónsupplýsingar, sum ikki eru viðkvæmar, skal henda viðgerð ikki fráboðast Dátueftirlitinum.

Viðgerð, sum verður gjørd við vakmyndatóli skal tó fráboðast Dátueftirlitinum. Les meira um hetta her 

Útlond
Verða persónsupplýsingar, ið ikki eru viðkvæmar, fluttar til útlond krevst ikki viðgerðarloyvi frá Dátueftirlitinum um flutningurin er til ES-lond ella til lond, ið eru góðkend av ES kommissiónini sum trygg triðjalond. Í løtuni eru hesi lond, umframt Føroyar, at meta sum trygg triðjalond sambært ES kommissiónini:
Andorra
Argentina
Avstralia
New Zealand
Kanada
Uruguay
Sveis
Ísrael
Guernsey
Isle of Man
Jersey

Haraftrat eru Ísland og Noreg eisini at meta sum trygg lond, av tí at hesi lond eru við í EØS. Noreg og Ísland eru sostatt ikki at meta sum triðjalond.

Hóast loyvi ikki krevst frá Dátueftirlitinum at flyta persónsupplýsingar til hesi lond skal flutningurin fráboðast Dátueftirlitinum á serstakum oyðublað um flutning av persónsupplýsingum til útlond, ið finst her.

 Er talan um flutning av viðkvæmum persónsupplýsingum til útlond krevst viðgerðarloyvi til tess frá Dátueftirlitinum. Untantikið er tó flutningur av viðkvæmum persónsupplýsingum til útlond, har viðgerðin av hesum viðkvæmu persónsupplýsingum er fevnd av kunngerð um undantøk frá reglunum um viðgerðarloyvi.
 Boks oydubloed


AnniJanni