BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Myndir á internetinum

Tað er vorðið alsamt meira vanligt, at fólkaskúlar leggja myndir av næmingum á heimasíðu skúlans. Dátueftirlitið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá skúlum og foreldrum, sum hava spurt seg fyri, um tað er loyvt at leggja myndir av skúlabørnum út á netið.

At almannakunngera myndir av persónum, sum kunnu kennast aftur, á internetinum verður roknað sum elektronisk viðgerð av persónsupplýsingum. Hetta er galdandi uttan mun til, um tekstur er við myndini, sum sigur frá, hvør viðkomandi er. Reglurnar í persónsupplýsingarlógini eiga tí at verða loknar.

Ongar nágreiniligar reglur eru í persónsupplýsingarlógini um at almannakunngera myndir á internetinum uttan samtykki. Dátueftirlitið hevur tó í fleiri konkretum málum mett, hvørt viðgerðin hevur verið lóglig, sæð út frá persónsupplýsingarlógini. Í metingini verður dentur lagdur á, hvørt áhugamálini hjá skúlanum fyri at leggja myndir á heimasíðuna viga tyngri enn fyrilitini fyri at verja privatlívið hjá tí einstaka skúlanæminginum. Soleiðis verður tað altíð ein konkret meting, hvørt almannakungerð er lóglig ella ikki. Í fyrsta umfari er tað skúlans leiðsla, sum skal gera hesa meting.

Niðanfyri verður greitt frá, hvussu praksis er hjá Dátueftirlitinum at almannakunngera myndir á internetinum:

Støðumyndir:
Støðumyndir eru at meta sum myndir, har ein aktivitetur ella ein støða er endamálið við myndini.

Útgangsstøðið er, at støðumyndir kunnu almannakunngerast uttan samtykki við heimild í áhuga-/fyrilitsreglunum í persónsupplýsingarlógini, sum greitt frá omanfyri.

Av tí at talan er um eina heildarmeting av endamálinum við at almannakunngera eina mynd, eigur at verða tikið atlit til í hvørjum sambandi myndin er tikin, og endamálinum við at almannakunngera myndina. Avgerandi er, at tann persónur, sum er á myndini, ikki eigur at kunna kenna seg sýndan fram, brúktan ella eyðmýktan. Myndirnar skulu sostatt vera meinaleysar.

Dømi um støðumyndir, sum vanliga kunnu almannakunngerast uttan samtykki:
  • Myndir tiknar av jólahaldi ella útferð hjá skúlanum
  • Myndir tiknar av børnum sum spæla í einum skúlagarði
Tó kunnu myndir vera soleiðis, at tær kunnu kennast særandi fyri tey, sum eru avmyndað. T.d. um tveir persónar kunnu kennast aftur í eini óhepnari støðu. Í slíkum førum krevst samtykki.

Andlitsmyndir:
Endamálið við andlitsmyndum er at avmynda ein ella fleiri ávísar persónar. Her eru tað persónarnir sjálvir, sum eru í fokus.

Til at almannakunngera andlitsmyndir á netinum krevst altíð samtykki. Útgangsstøðið er, at um persónurin á myndini er 15 ár ella eldri, kann hann sjálvur geva samtykki. Annars krevst samtykki frá foreldrum.

Orsøkin til, at andlitsmyndir krevja samtykki, er at mett verður her, at fyrilitini fyri at verja privatlívið hjá tí einstaka skúlanæminginum viga tyngri enn áhugamálini hjá skúlanum at leggja myndir á heimasíðuna.

Dømi um andlitsmyndir, sum vanliga ikki kunnu almannakunngerast uttan samtykki:
  • Myndir av næmingum, har tað er næmingurin sum er í fokus
  • Floksmyndir
  • Myndir av lærarum, har tað er lærarin sum er í fokus
Um skúli vil almannakunngera andlitsmyndir, t.d. floksmyndir av næmingum á sínari heimasíðu, má hetta tískil bara gerast, um hvør einstakur næmingur frammanundan hevur givið sítt samtykki, ella viðkomandi foreldur, alt eftir hvussu gamal næmingurin er.

Samtykki kann fáast til vega á ymiskan hátt. Eitt hugskot er, at foreldur í samband við innskriving av næmingum, verða spurd um tey samtykkja til, at myndir av teirra børnum kunnu leggjast á heimasíðu skúlans. Í hesum sambandi skulu foreldur verða nágreiniliga kunnað um, hvat samtykkið fevnir um.

Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Vinarliga
Dátueftirlitið
 

AnniJanni