BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Góð ráð til foreldur

Ein vegleiðing til foreldur um, hvussu tey kunnu stuðla og hjálpa børnum og ungum, so tey kunnu ferðast tryggari á internetinum.

Vit skulu læra børn og ung góðan fólkaskikk á netinum. Eins og vit sum foreldur hava uppalt tey til at bera seg at í veruliga lívinum, skulu vit nú uppala tey til at taka ímóti avbjóðingunum í talgilda heiminum. Tað snýr seg serliga um hugburð og um at vera ansin.

Dátueftirlitið fær javnan fyrispurningar frá bæði teimum ungu sjálvum og foreldrum, sum kæra sína neyð, tí børnini verða útspilt, happað, víst fram o.s.v. á netinum.

Føroysk kanning í fólkaskúlunum
Ein kanning, sum Dátueftirlitið hevur gjørt í 3.-4. og 8.-9. flokkum kring landið, vísur, at talið av børnum og ungum, sum nýta sosial netverk á internetinum er vaksandi.

Sambært kanningin eru 78% av næmingunum á internetinum hvønn dag ella næstan hvønn dag, og hyggja vit efti tølunum fyri 3. flokk, so eru 55% av næmingunum á netinum hvønn dag ella næstan hvønn dag.

Kanningin vísir, at heili 90% av næmingunum hava ein profil á internetinum, í 3. flokki hava 72% ein profil á netinum. Tær best umtóktu síðurnar eru Facebook. Arto og MSN.

Tað at talið av næmingum í fólkaskúlanum, sum hava ein profil á netinum ger, at tað hevur stóran týdning, at børn og ung verða kunnað um, hvørjar skrivaðar og óskrivaðar reglur eru galdandi fyri sosiala lívið á netinum. Hetta setur krøv til bæði skúlar og foreldur, bæði at læra tey ungu, hvussu stóran týdning tað hevur at verja sínar upplýsingar á netinum, og hvørjar reglur eru galdandi fyri, hvussu tey kunnu handfara upplýsingar og myndir um onnur.

Kanningin vísir, at umleið fjórði hvør næmingur í 3. og 4. flokki, hevði vent sær til foreldur ella lærara, um tey høvdu fingið eitt sms ella eina viðmerking á teirra profili, sum gjørdi tey kedd ella súr.

Hetta setur krøv til, at bæði foreldur og lærarar eru ílatin til uppgávuna og vita, hvussu tey skulu hjálpa børnunum at verja seg og síni rættindi. Samstundis átti kt-trygd og persónsvernd eftir mínum tykki at verið ein partur av undirvísingini í fólkaskúlanum.

 
 
Góð ráð til foreldur
Sum foreldur er tað ofta trupult at vita, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi spurninginum um børn á internetinum, og tí verða her nøkur góða ráð til foreldur endurgivin:

Góðtak at elektroniskir samskiftismiðlar eru vorðnir ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Fartelefonin og internetið eru komin fyri at vera, og tú kanst eins væl taka í hondina á barninum og leiða tað gjøgnum vandarnar á netinum. Vís vegin – eins og í ferðsluni.

Tosa við tey. Sum foreldur hevur tað týdning at hava áhuga fyri, hvat børnini gera, tá tey eru á netinum og at tosa við tey um tað fyri á henda hátt betur at skilja, hvat tey fáast við á netinum, og hvussu tey nýta fartelefonina.

Kunna teg og fylg við. Vitja tær síður, sum tey ungu vitja Kjatta send ein sms, spæl við – royn sjálv. Vís áhuga í staðin fyri ótta, sum ofta kemur av vantandi kunnleika til hesar nýggju samskiftismøguleikar.

Lat vera við at seta forboð – men set ístaðin realistisk mørk. Ger t.d ein politikk fyri nýtslu av interneti, fartelefon, myndatólinum í telduni, spølum v.m saman við børnunum.

Minst til at forvitni og at royna, hvussu langt tú kanst fara, eru nátúrlig, og at tín ábyrgd ikki bara er at siga nei, men at vera tann vaksni, ábyrgdarfulli sparringspartnarin, tá mørk skulu roynast.

Lurta eftir børnunum, tá tey royna at taka teg við. Lurta eisini eftir tí, sum ikki verður sagt. Legg merki til broytingar í teirra atburði. Eru tey kedd ella stúrin?

Ella sagt við øðrum orðum:

Tosa saman. Besta keldan til kunnleika um, hvat títt barn ger á netinum, er barnið sjálvt. Tosa og lurta. Hvørjar síður vitja tey? Hvønn eru tey vinir við? Hvønn eru tey ikki vinir við? Hvat gera tey, um tey koma út fyri onkrum keðiligum ella ótespiligum á netinum, hvønn tosa tey tá við? Á hendan hátt fært tú ein betur kunnleika til on-line lívið, tey liva, og kanst betur hjálpa og stuðla teimum.

Lær tey um persónsvernd. Tosa við tey, um at tey hava ábyrgdina av tí, tey hava lagt út á internetið, eins og blaðstjórar hava ábyrgdina av tí, sum verður skrivað í bløðunum. Tað hevur stóran týdning, at tey hugsa seg væl um, hvørja ferð tey skriva um seg sjálvi ella onnur í kjatti, bloggum, heimasíðum og øðrum á netinum. Sama er galdandi fyri myndir. Tað er altíð ein góður skikkur at fáa samtykki frá tí, sum er á myndini, áðrenn hon verður løgd á netið. Ofta er hetta eisini eitt lógarkrav.
Tað hevur týdning, at tey fáa at vita, at ongin er anonymur á netinum og at vit øll lata elektroniskar slóðir eftir okkum. Slóðir, sum onnur kunnu nýta ella misnýta, um ein er óheppin.

AnniJanni