BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Skúlabyrjan – persónsvernd hjá næmingum

Børn hava rætt til persónsvernd á sínum arbeiðsplássi. Skúlaárið er júst byrjað, og sær Dátueftirlitið hetta sum eitt gott høvi at kunna um persónsupplýsingartrygdina í skúlanum. Her finnur tú viðkomandi upplýsingar um persónsverndina í skúlanum eitt nú um almannakunngerð av floksmyndum og øðrum skúlamyndum á internetinum og um vakmyndatól á skúlaøkinum.

Kann skúlin avmynda næmingar í skúlatíð?
Skúlin kann taka myndir, sum lýsa eina støðu sum til dømis børn í skúlagarðinum uttan at krevja samtykki frá foreldrum, um myndin bert skal nýtast í skúlahøpi. Skulu myndirnar útflýggjast øðrum foreldrum, krevur tað tó samtykki frá foreldrunum hjá tí avmyndaða.
Um einstakir næmingar verða avmyndaðir við einhvørjum fyri eyga sum til dømis at eygleiða atferðartrupulleikar hjá einum einstøkum barni, so krevst samtykki frá foreldrunum.

Kann skúlin leggja myndir av næmingum út á netið?
Støðumynd er ein mynd av einum ella fleiri persónum, har tað er støðan, t.d. spæl í skúlagarðinum, sum skal vísast.
Andlitsmynd er ein mynd av einum ella fleiri persónum, har tað er andlitið, sum skal vísast.
Um ein andlitsmynd skal leggjast út á netið, krevst samtykki frá næminginum og foreldrunum. Øll hava rætt til at angra, og tá eigur myndin at verða strika beinanvegin. Støðumyndir krevja ikki samtykki, um tær eru meinaleysar.
Les nærri frágreiðing hjá Dátueftirlitinum um myndir á internetinum her

Kann skúlin kanna internetnýtsluna hjá næmingum?
Endamálið við trygdarlogginum er at tryggja, at telduskipanin verður brúkt við skili, at tryggja raksturin, skjalfesta hendingar, finna fram til ymisk rakstrarórógv, endurskapa mistar upplýsingar og tryggja ímóti virus og hackarum.
Meginreglan er, at skúlin hevur ikki loyvi til at nýta loggin í telduskipanini til eftirlit av internetnýtsluni hjá næmingunum. Skúlin eigur at hava greiðar reglur fyri, hvussu teldurnar skulu nýtast. Møguligt eftirlit við internetnýtsluni skal vera í tráð við persónsupplýsingarlógina og reglurnar á skúlanum. Les meiri her

Kann skúlin nýta vakmyndatól?
Tað er ikki loyvt at hava vakmyndatól í skúlagarði, flokshølum o.s.fr., meðan næmingar eru til staðar. Tó ber í ávísum førum til hjá skúlum at nýta vakmyndatól í avmarkaðum økjum, har næmingar ikki halda til, um endamálið er at fyribyrgja stuldur og herverk. Uttan fyri skúlatíð er loyvt at hava vakmyndatól á skúlans øki.

Kann skúlin útflýggja flokslistar til foreldur?
Um foreldur samtykkja, kann skúlin útflýggja flokslistar til foreldur. Skúlin skal sjálvur meta um, hvørjir upplýsingar eru neyðugir at hava á listanum. Listin má bert útflýggjast foreldrum at børnum í flokkinum og als ikki almannakunngerast á internetinum. Um ein næmingur hevur loyniligan bústað ella telefonnummar, ella bústaðurin avdúkar persónlig viðurskifti, eitt nú at barnið býr á barnaheimi, so er tagnarskyldan galdandi. 


 
 
Góð ráð til foreldur
Sum foreldur er tað ofta trupult at vita, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi spurninginum um børn á internetinum, og tí verða her nøkur góða ráð til foreldur endurgivin:

Góðtak at elektroniskir samskiftismiðlar eru vorðnir ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Fartelefonin og internetið eru komin fyri at vera, og tú kanst eins væl taka í hondina á barninum og leiða tað gjøgnum vandarnar á netinum. Vís vegin – eins og í ferðsluni.

Tosa við tey. Sum foreldur hevur tað týdning at hava áhuga fyri, hvat børnini gera, tá tey eru á netinum og at tosa við tey um tað fyri á henda hátt betur at skilja, hvat tey fáast við á netinum, og hvussu tey nýta fartelefonina.

Kunna teg og fylg við. Vitja tær síður, sum tey ungu vitja Kjatta send ein sms, spæl við – royn sjálv. Vís áhuga í staðin fyri ótta, sum ofta kemur av vantandi kunnleika til hesar nýggju samskiftismøguleikar.

Lat vera við at seta forboð – men set ístaðin realistisk mørk. Ger t.d ein politikk fyri nýtslu av interneti, fartelefon, myndatólinum í telduni, spølum v.m saman við børnunum.

Minst til at forvitni og at royna, hvussu langt tú kanst fara, eru nátúrlig, og at tín ábyrgd ikki bara er at siga nei, men at vera tann vaksni, ábyrgdarfulli sparringspartnarin, tá mørk skulu roynast.

Lurta eftir børnunum, tá tey royna at taka teg við. Lurta eisini eftir tí, sum ikki verður sagt. Legg merki til broytingar í teirra atburði. Eru tey kedd ella stúrin?

Ella sagt við øðrum orðum:

Tosa saman. Besta keldan til kunnleika um, hvat títt barn ger á netinum, er barnið sjálvt. Tosa og lurta. Hvørjar síður vitja tey? Hvønn eru tey vinir við? Hvønn eru tey ikki vinir við? Hvat gera tey, um tey koma út fyri onkrum keðiligum ella ótespiligum á netinum, hvønn tosa tey tá við? Á hendan hátt fært tú ein betur kunnleika til on-line lívið, tey liva, og kanst betur hjálpa og stuðla teimum.

Lær tey um persónsvernd. Tosa við tey, um at tey hava ábyrgdina av tí, tey hava lagt út á internetið, eins og blaðstjórar hava ábyrgdina av tí, sum verður skrivað í bløðunum. Tað hevur stóran týdning, at tey hugsa seg væl um, hvørja ferð tey skriva um seg sjálvi ella onnur í kjatti, bloggum, heimasíðum og øðrum á netinum. Sama er galdandi fyri myndir. Tað er altíð ein góður skikkur at fáa samtykki frá tí, sum er á myndini, áðrenn hon verður løgd á netið. Ofta er hetta eisini eitt lógarkrav.
Tað hevur týdning, at tey fáa at vita, at ongin er anonymur á netinum og at vit øll lata elektroniskar slóðir eftir okkum. Slóðir, sum onnur kunnu nýta ella misnýta, um ein er óheppin.

AnniJanni