BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Facebook

Dátueftirlitið vil við hesum vísa á hvussu foreldur kunnu hjálpa sínum børnum, tá tey eru á Facebook. Niðanfyri er svar frá Facebook uppá ofta settar spurningar.

Hvørjar uppsetingar bjóða tit til at verja persónligar upplýsingar
Allir Facebook-brúkarar hava møguleika fyri at gera teirra egnu privatuppsetingar. Brúkarar kunnu seta avmarkingar fyri, hvør kann síggja teirra vangamynd (t.d. øll, bara vinir o.s.fr.). Teir kunnu eisini velja, hvør kann síggja ávísan part av teirra vangamynd ( t.d. persónligar upplýsingar, CV, arbeiðssøgu o.t.)

Privatuppsetingar kunnu latast upp við leinki ”konta”, sum er at finna ovast til høgru á øllum síðunum á netinum, og far so inn á ”privatpolitikkur".
http://www.facebook.com/help/?faq_1605

Hvussu hjálpi eg mínum barni at brúka hesa netsíðu skilagott?
Tað besta, tú kanst gera, er at tosa við børnini og læra tey um internettrygd. Lær tey at:
  • Tey ongantíð mugu lata loyniorðið frá sær
  • Skilja teirra privatu uppsetingar
  • Melda persónar, sum bróta okkara fráboðan um rættindi og ábyrgd
  • Forða persónum, sum møguliga senda óynskt tilfar
http://www.facebook.com/help/?faq=16107

Hvørjar aðrar møguleikar hevur tú viðvíkjandi internettrygd?
Her eru nakrar netsíður, sum tú kanst brúka:
  • OnguardOnline.gov
  • WiredSafety.org
  • Commonsense.com
  • Ncmec.org
  • TRUSTe.org
  • ConnectSafely.org
  • NetSmartz.org
  • WebWiseKids.org
http://www.facebook.com/help/?faq=16108

Hvussu kann eg fáa atgongd til at strika vangamyndina hjá mínum barni, tá barnið er 13 ár og eldri?
Vit skilja væl, at tú ert kedd av, at títt barn brúkar netsíðuna, men tíverri kunnu vit ikki geva tær atgongd til vangamyndina ella gera nakað í hesum sambandi, um tú biður um tað. Vit hava sambært lóg um verju av persónligum upplýsingum generelt ikki loyi til at geva óskrásettum atgongd til onnur enn tann, sum eigur vangamyndina. Legg til merkis, at allir brúkarar 13 ár og eldri eru at meta sum skrásettir eigarar av vangamyndum og soleiðis eru umfataðir av hesum reglum.

Vit ráða foreldrum til at hava øll møgulig trygdartiltøk á teirra egnu teldum og at halda eyga við, hvussu børnini brúka netið. Um tú ert foreldur, kanst tú umhugsa at brúka softwareamboð á tínari egnu teldu til tílíkt endamál.

Tosa eisini við børnini og lær tey um internettrygd og bið tey um at brúka okkara privatuppsetingar.
http://www.facebook.com/help/?faq=16104

Hvat nú, um mítt barn sær óhóskandi ella ónærisligt tilfar á netsíðuni?
Facebook ansar væl eftir trygdini hjá brúkarunum, og vit leggja nógva orku í at strika møguligt tilfar, sum er átaluvert. Vit heita á brúkarar um at boða frá ónærisligum vangamyndum, frágreiðingum, bólkum, hendingum og myndum. Facebook kannar evnir, sum verða fráboðað, og verða tey strikað, um mett verður at tey eru í stríð við okkara áseting um rættindi og ábyrgd. Brúkari kann eisini ”blokera” aðrar brúkarar og harvið tryggja, at brúkarin ikki er at finna í leitingum, ikki kann síggja vangamynd ella senda viðkomandi boð.
http://www.facebook.com/help/?faq=16106

Hvat hendir, um mítt barn stovnar eina vangamynd og er yngri enn 13 ár?
Facebook krevur, at allir brúkarar eru minst 13 ár fyri at kunna stovna eina vangamynd. At geva skeivar upplýsingar fyri at stovna eina vangamynd er í stríð við okkara áseting um rættindi og ábyrgd. Um tú vilt boða frá einum yngri enn 13 ár, sum hevur eina vangamynd, kanst tú gera tað her. Vit strika umgangandi vangamyndir, sum yngri enn 13 ár hava stovnað, um tílík viðurskifti verða fráboðað okkum við hesum oyðublaðnum.

Harumframt kann galdandi lóggáva geva foreldrum atgongd til persónligar upplýsingar, sum teirra barn hevur givið, áðrenn Facebook fer inn og brúkar sínar egnu reglur og umgangandi strikar tílíka vangamynd. Tú kanst fáa atgongd til vangamyndina og neyðugu persónligu upplýsingarnar við at fáa barnið at fara inn á sína vangamynd. Síðan kanst tú strika vangamyndina við at fylgja leiðbeiningini her.

Ein annar máti er at senda eina áheitan á Facebook her. Hav í huga, at tú skalt senda eina váttan um tíni rættindi sum foreldur ella verji beint eftir at tú hevur nýtt hetta oyðublaðið.
http://www.facebook.com/help/?faq=16109
 

AnniJanni